Nógv fólk við breki hava stóran tørv á einum vælvirkandi heilsuverki. Heilsupolitikkur fevnur ógvuliga víða, frá kostnaði á heilivági til endurvenjing. Dygdin í heilsuverkinum, og møguleikin fyri at viðgera fólk við serligum tørvi, skal støðugt gerast betri. Serliga manglar at fáa betri samanhang millum heilsu- og viðgerðartilboð.