Útbúgvingarpolitikkur
Útbúgving umfatar undirvísingartilboð til øll børn, ung og vaksin, eisini tey sum bera brek. Sambært folkaskúlalógini er skúlin fyri øll. At skúlin er fyri øll, merkir fyri MBF ikki, at øll børn skulu tillaga seg vanliga skúlan, men at skúlin skal tillaga seg til tann einstaka. Almenningurin má tí gera sær greitt, hvørjar uppgávur kunnu fara fram í vanliga undirvísingini og hvørjar uppgávur skulu loysast við serundirvísing. Øllum ungum og vaksnum skal tryggjast framhaldandi útbúgving og frítíðarútbúgving sambært kvøldskúlalógini. Skúli, hølir og undirvísingartilfar skal vera atkomuligt fyri øll, og lærarar skulu hava neyðuga serútbúgving. Næmingar og lesandi skulu fáa neyðug hjálpartól og tulking.