
ST-sáttmálin
ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur í Sameindu tjóða 13. desember 2006 og 13. mai 2009 samtykti Føroya Løgting, at hesin sáttmáli eisini skal galda fyri Føroyar.
Tann 23. august í ár, 30. dagin eftir, at danska stjórnin hevði boðað ST frá hesi avgerð, fekk sáttmálin formliga gildi fyri Føroyar.
Altjóða sáttmálin um rættindi teirra brekaðu, Convention on the rights of Persons with Disabilities, er fyrsti altjóða sáttmáli sum einans fevnir um fólk, sum bera brek.
Umframt at sáttmálin staðfestur verandi borgarlig- og sivil mannarættindi, inniheldur sáttmálin eisini ásetingar um búskaparlig, mentunarlig og sosial rættindi, umframt serlig rættindi til brekað, so sum rættin til atkomu í víðari merking, og um javnstøðu fyri brekað.
Sáttmálin bannar øllum formi fyri mismuni vegna brek.
Trýst á leinkjuna niðanfyri, fyri at lesa ymsar greinar sum hava við ST sáttmalan at gera.
Biddari ella borgari - kronikk.rtf (43 KB)