|
 |
 |
|
|
 |
|
|
 |
Um MBF
MBF er eitt meginfelag fyri 24 limafeløg, ið tilsamans hava umleið 6000 limir. Limafeløgini umfata 4 ymsar bólkar av brekum nevniliga rørslubrek, medisinsk brek, samskiftisbrek og sálarlig/ neurologisk brek.
MBF arbeiðir við brekaðpolitikki, ið umfatar øll samfelagsviðurskiftir. MBF ráðgevur og tekur sær ikki av einstaklingamálum, - tað gera tey einstøku limafeløgini.
Meginfelagið verður stjórnað av eini starvsnevnd, ið telur 5 limir.
Nevndin hevur regluliga fund eina ferð um mánaðin og annars eftir tørvi.
Starvsnevndin hevur ábyrgd av rakstri felagsins.
Í starvsnevndini eru:
Leila Solmunde, formaður
Ruth Thomsen, n. form- umboðar bólkin fyri rørslubrek,
Sigrun Wardum, umboðar bólkin sálarlig/neurologisk brek.
Bjørg Hovland Hjelm, umboðar samskiftisbólkin.
Jensa Heinesen, umboðar bólkin medisinsk brek
|
|
 |
|
 |
|
|
|
 |
|
|
|
|