Heilsupolitiska økið - Brot úr Formansfrágreiðing 2008.doc
Endurvenjing
Endurvenjing og endurmenning (rehabilitering) er eitt øki, ið als ikki nøktar tørvin hjá fólki, ið fólk við varandi sjúku og/ella breki hava fyri at kunna hava eina best møguliga lívsgóðsku. Hettar hava fleiri limafeløg umframt MBF gjørt vart við í fleiri ár. Í okt. 2006 setti landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum tí ein arbeiðsbólk at viðgera henda trupulleika. Av tí at økið er sera víttfevnandi, varð arbeiðssetningurin fyribils avmarkaður til, at umfarið at gera eina endurvenjingar-ætlan fyri Føroyar, har sjúkrahúsini í Klaksvík og Suðuroy skuldu verða høvuðsmiðdeplar. Ætlanin skuldi harumframt byggja víðari á álitið hjá Giktafelagnum umfram kanningini hjá Heilafelagnum. MBF hevur havt umboðan í arbeiðsbólkinum.
Í november 2007 varð álitið handað Hans Paula Strøm, landsstýrismanni í almanna- og heilsumálum. Álitið vísir á 3 høvuðstrupulleikar, og eru teir: Vantandi lógargrundarlag fyri rættin til endurvenjing, manglandi endurvenjingar tilboð sum heild og vantandi samskipan á økinum.
Í álitinum verður víst á, hvussu endurvenjingin kann fara fram og skipast í Føroyum. Lagt verður upp til at gera Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús til endurvenjingardeplar á hvør sínum økjum m.a. verður lagt upp til at endurvenjing í samband við orthopædi, gikt og parkinson skal fara fram á Klaksvíkar sjúkrahúsi meðan tann medisinska endurvenjingin sum t.d. diabetes, KOL og astma skal fara fram á Suðuroyar sjúkrahúsi. Venjingin á endurvenjingardeplinum kann fara fram í bólkum í eina ásetta tíð. Landssjúkrahúsið skal so brúkast sum serkøntur endurvenjingardepil, m.a. er ætlanin, at øll endurvenjing í samband við apopleksi skal fara fram har.
Tann dagliga viðlíkahaldsvenjingin skal so skipast kring um í landinum í samráð við økisterapiina. Lagt verður upp til fult út at gagnnýta tey tilboð, ið eru úti í økjunum m.a. fysioterpiirnar á røktarheimunum og svimjihyljarnar á skúlunum. Bygnaðarliga verður tað heimatænastan, ið skal umsita endurvenjingina.
Skipast skal eisini fyri sjúklingaskúla innan fyri tey 8 kronisku sjúklingaøkini.
Álitið leggur harumframt upp til eina royndarverkætlan á LS í samband við viðgerð og endurmenning við apopleksi.