Hvør stovnur sína tørvslýsing
-Búfólkini eiga fyrst og fremst at fáa sosialpedagogisk tilboð, men er talan um røktarkrevjandi fólk, kundu møguliga eisini onnur viðkomandi fakfólk verið um tey, sigur formaðurin í Pedagogfelagnum, sum mælir til, at Nærverkið eigur at gera eina lýsing av hvørjum fakfólkum brúk er fyri á hvørjum einstøkum bústovni
-Grundleggjandi sjónarmiðið í sambandi við fólk á bústovni er, at talan er um teirra heim og ikki eitt sjúkrahús. Tí hava vit altíð hildið fast við, at tað eru starvsfólk innan pedagogiska økið, sum skulu vera um hesi fólk, har vit skulu vísa teimum á tey tilboð sum eru, og lata tey sjálvi megna so nógvar av sínum uppgávum sum gjørligt. Ikki gera alt fyri tey, og harvið taka ábyrgdina frá teimum, men at menna tey, bæði í sambandi við vanligu gerandis-uppgávurnar og í samfelagnum sum heild. Soleiðis hevur rákið eisini verið í londunum uttan um okkum, men er talan um røktarkrevjandi búfólk, røkkur pedagogútbúgvingin ikki altíð til, og tí er sjálvsagt at samstarva við aðrar fakbólkar. Tað kann m.a. vera í sambandi við ymiska røkt og heilivág, sum eisini krevur neyva eygleiðing av sjúklinginum, sum ikki liggur í pedagogútbúgvingini. Nakrir av hesum førleikum kundu verið lagdir inn í útbúgvingina, og møguliga við eftirútbúgving, men í førum er eisini brúk fyri øðrum fakbólkum, sum vit avgjørt einki hava ímóti at samstarva við, bert vit gera okkum greitt, hvar fakligu mørkini eru.
Tað sigur Jarvin F. Hansen, pedagogfelagsformaður, sum fleiri ferðir hevur róð uppundir at ein faklig tørvslýsing verður gjørd av hvørjum einstøkum stovni fyri at fáa greiðu á, hvørjum fakbólkum brúk er fyri at vera um júst tey búfólkini. Eina tílíka lýsing eigur Nærverkið, sum varðar av øllum bústovnum og sambýlum fyri vaksin, at standa fyri, heldur hann.
Tørvur á førleikamenning
Starvsfólkasamsetingin er øðrvísi á serstovnunum fyri børn og ung, har eisini aðrir fakbólkar enn pedagogar arbeiða. Hetta eru stovnar sum Almannastovan varðar av. Jarvin F. Hansen sigur, at hesir eru í stóran mun viðgerðarstovnar heldur enn búpláss fyri lívið, og her verður serligur dentur lagdur á av hava starvsfólk við sosialpedagogiskari útbúgving. Men heldur ikki á hesum øki er nóg mikið við einaferð at hava fingið eitt prógv, tí førleikin skal dagførast og nógv hendir á økinum. Tí er alneyðugt við førleikamenning av starvfólkunum, og tað hevur ligið alt ov leingi á láni, sigur Jarvin, sum heldur lítið skil vera á at samfelagið brúkar einar 20 mió. um árið at senda fólk til Danmarkar á stovn, tí vit ikki hava neyðuga førleikan heima. Betri hevði verið at ment starvsfólkini, so førleikin var í landinum, so at ikki var neyðugt at senda fólk á útlendskan stovn. Pedagogfelagsformaðurin heldur seg tó hóma onkran glotta í sambandi við førleikamenning, nú Almannastovan tykist at hava ávísar ætlanir.