 |
|
| Ferðing við Strandferðsluni |
|
|
Parkering fyri rørslutarna og Strandfaraskipini.
Í síðstu viku stóð eitt lesarabræv í einum at tíðindabløðunum, har fólk vísa sína ónøgd við, at ringt er at koma til lyftuna umborð á Teistanum, tá mann má standa í bíðirøð saman við hinum bilunum og er rørlutarnaður og má fáa serlig pláss tætt við lyftuna. MBF hevur fingið líknandi áheitanir fyrr, og hava vit gjørt vart við hetta hjá umsitingini á SL. Vit høvdu fund við táverandi leiðsluna á SL, har vit kunnaðu um tær klagur vit høvdu fingið og hvussu vit hildu málið kundi loysast. Uttan at vit skulu blanda okkum í hvussu innanhýsis mannagongdirnar eru umboð á strandfaraskipunum tá teir taka bilar umborð, mæltu vit tó til at man gjørdi serligar reglur fyri bilar har fólk ið eru rørslutarnað skulu umborð, so hetta varð gjørt við serligari frámerking av parkering á landi eins og framman fyri lyftuna umborð. MBF ynskti at parkeringpláss varð gjørt á ferjuleguni til rørslutarnað, so at manningin umborð beinanveg sær, at her var ein sum skuldi fram til lyftuna. Hetta fyri at fólk skuldi sleppa undan at rópa og royna at gera vart við seg tá tey koyrdi umborð. Tá er eisini ov seint at skipa røðirnar av bilum um ein av bilunum skal hava serligt pláss tá umborðkoyring er byrjað. Fólk sum ferðast ofta og nøkur dagliga, ilskast inn á støðuna, og tað er onki at siga til tað, tí hetta er smáting sum saktans kundi verið gjørd uttan stórvegis hóvasták. Onki er so troyttandi sum tað at skula endurtaka seg sjálvan ferð eftir ferð og dagliga biðja um at fáa atkomuligt pláss, sum skuldi verið ein sjálvsagdur rættur. MBF hevur gjørt vart við, at lógin verður brotin hvønn dag, tí ikki er loyvt at sita á bildekkinum meðan ferjan siglir. Tískil fara vit enn einaferð at heita á SL um at fáa hesi viðurskifti í rættlag sum skjótast. Leila Solmunde, forkvinna í MBF
|
|
|
|
| Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk.
16-04-13 |
| Pallborðsfundur26. sept. 2012 |
| Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012 |
| Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012 |
| Leiðarin MBF blaðið |
| MBF 30 ár |
| Orðaður Bústaðarpolitikkur |
| Ársfrágreiðing |
| Leiðarin í MBF blaðnum |
| Allur áhugi kann tæna endamálinum |
| At verja borg er altíð neyðugt. |
| Bústaðarpakkin |
| Bygging av íbúðum til Sinnisveik |
| Public service -ein tæntasta fyri øll |
| Raðfestið betri kunningarstøði |
| 3. dec er alheims
handicapdagur |
| Søgan endurtekur seg. |
| Hoyringssvar um broyting |
| Hoyringssvar til uppskot um broyting |
| Formansfrágreiðing |
| Herðaklapp til Snorra |
| Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum? |
| Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd |
| MBF áskoðan á bústaðir |
| Á Vitjan. |
| Politiskt drál |
| Sektorábyrgd |
| Sektorábyrgd |
| Prosjekt -"Handicapmainstreaming" |
| Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig. |
| ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar |
| Formansfrágreiðing |
| Yvirlýsing |
| Tíðindaskriv |
| Skeiv kós at tvangsflyta fólk |
| Mannarættindi |
| Verjulógin óvirðilig |
| Niels Egelund, professari |
| Hvar skal skerjast? |
| Óheppið signal at senda |
| Altjóða dagur teirra brekaðu
|
| Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum |
| Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað |
| Bústaðarviðurskiftir18.06.08 |
| Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08 |
| Ymiskur fakførleiki krevst. |
| Tvørfakligt samstarv. |
| Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08 |
| Eftirviðgerð08.05.08 |
| Rúmligur arbeiðsmarknaður |
| Formansfrágreiðing08.05.08 |
| Rúmligur arbeiðsmarknaður |
| Eri eg borgari ella eri eg brúkari |
| Livikor og brek |
| Altjóða handikappdagur |
| Etiskur móti og etiskur vilji |
| Valsendingar, teksting og tulking |
| Er demokratiið fyri øll02.07.07 |
| Framtíðar bygging í Føroyum |
| Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið |
| Sjúkrahúsálitið |
| Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni |