Verjulógin óvirðilig
Grein úr nýggja MBF blaðnum.

Òli Wolles formaður í Javna .


Verjulógin er óvirðilig

 

Verandi lóggáva, sum er frá 1922, treingir harðliga til at verða endurskoðað og gjørd liðiligari. Hugburðurin er nógv broyttur, men lóggávan hevur ikki fylgt við, heldur Óli Wolles, formaður í Javna

 

 

Aldargamla føroyska verjulógin ásetur, at tey, sum ikki eru før fyri at røkja síni egnu áhugamál, kunnu ómynduggerast, soleiðis at tá skal onkur annar røkja áhugamálini fyri hin ómynduggjørda, sum tá missir øll síni grundleggjandi persónligu rættindi. Millum hesi rættindi, tey missa, eru øll fíggjarviðuskifti, og við tí eisini rætturin at ráða yvir egnum arvi. Hin ómynduggjørdi er við hesum settur fult og heilt út av spælinum, sigur Óli Wolles, formaður í Javna, sum fleiri ferðir hevur gjørt myndugleikarnar varugar við hesi óvirðiligu viðurskifti.

 

Ov víðfevnd stig

Óli Wolles sigur, at tað kann hugsast, at ein persónur er illa fyri í einum tíðarskeiði, og hevur brúk fyri hjalp til okkurt ávíst. Men harfrá, og at taka øll rættindi frá fólki fyri lívstíð, er ikki í samsvar við nútíðar mannarættindi, og als ikki í samsvar við ST-sáttmálan, sum ætlanin er at seta í gildi.

 

Formaðurin í Javna heldur, at sjálvandi kundi tað hugsast at gera eina heilt nýggja føroyska lóg, men tað er ikki bert sum at siga tað. Tí heldur hann tað hevði verið ein gongd leið, at sett donsku verjulógina í gildi í Føroyum. Nýggjasta dagføringin av donsku lógini hevur ikki nógv ár á baki, og tykist at rigga væl. Danska systurfelagið hjá Javna letur eisini væl at lógini. Aðalmunurin á donsku lógini í mun til ta føroysku er, at ómynduggeran kann gerast stigvís. Hon er meira liðilig, og byggir á aðalregluna, at ein ómynduggeran skal ongantíð vera meira víðfevnd enn neyðugt, og kann eisini tíðaravmarka ómynduggerðina.

 

Hjálparverji

Sambært donsku lógini ber til at seta ein hjálparverja, sum kann hjálpa viðkomandi á teimum økjum, sum hann ikki megnar sjálvur. Tað vil siga, at hevur ein ikki skil fyri eitt nú pengum, og hevur fingið trygging, arv ella annað útgoldið, og vandi kann vera fyri at onkur annar vil gera sær dælt av tí, so kann hjálparverji verða útnevndur, sum kann tryggja, at viðkomandi ikki verður útnyttaður. Sambært somu donsku lógini merkir hetta ikki, at viðkomandi missir onnur rættindi,- júst í tráð við, at ongantíð skulu átøkini verða meira víðfevnd enn neyðugt.

 

Roknar við broyting nú

Óli Wolles sigur seg rokna við, at útlitini eru góð fyri at vit fáa eina broyting í viðurskiftunum í sambandi við verjulóggávu. Hann hevur ta fatan, at allir flokkar á tingi taka undir við hesum, so nú er bara at fara í gongd við at fyrireika neyðugu broytingarnar.

 

Men hví skullu 86 ár ganga áðrenn vit fáa viðurskifti á hesum øki, sum minna um tey í eitt nú Danmark?

 

-Einki er at ivast í, at lógin, sum kom í 1922. hevur verið eitt stórt framstig tá. Men hugburðurin millum fólk er sera nógv broyttur, og virðingin fyri fólki, sum eru øðrvísi, er eisini munandi broytt. Javni hevur av og á gjørt vart við støðuna, men ivaleyst hava vit ikki strongt á í nóg stóran mun, og myndugleikarnir, sum ikki hava merkt hvar skógvurin trýstur, hava heldur ikki raðfest økið serliga frammalaga, sigur formaðurin í Javna, sum hóast alt nú hevur fingið góðar vónir.

 

Fortreyt fyri ST-sáttmálanum

Formaðurin í Javna vísir á, at ein dagføring av verjulógini er eisini ein treyt fyri at seta ST-sáttmálan um mannarættindi í gildi í Føroyum.

 

Sáttmálin ásetur tvey sløg av tillagingum. Annað er, at grundleggjandi borgarlig rættindi skulu vera tryggjað. Tað kostar einki í krónum og oyrum.

 

Hin parturin, sum kostar pengar, skulu myndugleikarnir gera eina ætlan fyri, hvussu tey ymisku viðurskiftini verða dagførd yvir eitt ávíst áramál. Áramálið verður setti í mun til landsins fíggjarorku. Málið er, at viðurskiftini hjá teimum sum eru ófullfør á ein ella annan hátt, skulu vera eins góð sum hjá øðrum. Hetta kravið er tí eisini munandi hægri hjá okkum enn í tilafturskomnum londum, har viðurskiftini yvirhøvur eru minni góð hjá øllum. Viðurskiftini, sum her eru talan um, eru m.a. atkomumøguleikar, skúlaverkið, bústaðurviðurskifti, arbeiðsmøguleikar o.a.

 

-Vit sleppa rætt og slætt ikki undan at fáa greiðu á hesum viðurskiftum, skulu vit gera okkum nakra vón um at fáa ST-sáttmálan, um javnrætt fyri brekað, at galda fyri Føroyar, sigur Óli Wolles, formaður í Javna.

 

 

....

 

Óli Wolles vísir á tvey verulig dømi sum sýna, hvussu stirvin føroyska lóggávan er. Fyrsta dømi er um ein menningartarnaðan persón, sum vit her kalla Jógvan, og sum hevur verið fyri harðskapi. Annað dømi er um ein persón, sum vit her kalla Jóna, sum neyvan dugir at halda skil á sínum peningaviðurskiftum.

 

 

DØMI 1:

Var fyri harðskapi

Jógvan, sum er menningartarnaður og málleysur, hevur verið fyri harðskapi. Í sambandi við harðskapsmálið vil politiið hava hendur á sjúkrahúsfrágreiðingini, men hesa kann sjúkrahúsið ikki lata frá sær uttan við loyvi frá Jógvani, men eitt  tílíkt loyvi er Jógvan ikki førur fyri at geva sjúkrahúsinum. Familjan er sinnað til at politiið fær súkrahúsfrágreiðingina, men tað nyttar lítið, tí familjan er í hesum føri roknað sum uttanfyri standandi persónar. Treytin fyri at politiið kann fáa fatur á sjúkrahúsfrágreiðingini er, at Jógvan verður ómynduggjørdur fyri lívstíð. Tá tekur rættarskipanin yvir, og hevur allan avgerðarrættin yvir Jógvani.

 

Verður Jógvan ómynduggjørdur, verða øll rættindini harvið tikin frá honum. Hann sleppur ikki so frægt sum at gera av, hvat hann vil brúka sínar lummapengar til.

 

Eftir donsku skipanini hevði verið møguligt, at Jógvan fekk ein verja,- kundi t.d. verið onkur av familjuni, sum í hesum føri kundi svara fyri honum. Jógvan kundi annars varðveitt øll onnur rættindi.

 

 

DØMI 2:

Dugir ikki við pengum

Jóna er enn barn. Hon er menningartarnað, og foreldrini óttast fyri, at hon sum vaksin ikki verður før fyri at umsita síni peningaviðurskifti. Tí hevði verið gott við einum fólki, sum kundi tryggjað, at onkur ikki fer at gera sær dælt av støðuni, og lumpar hana fyri pengar.

 

Foreldrini fara til ein sakførara tí tey halda, at verður Jóna ómynduggjørd, so eru hennara fíggjarligu viðurskifti í góðum hondum. Tað høvdu tey ivaleyst eisini verið, men samstundis missir Jóna øll síni persónligu rættindi. Rættarskipanin hevði tikið yvir, og øll onnur verða sett út av spælinum. Hesum ger sakførarin foreldrunum vart við, men tað vóru foreldrini als ikki greið yvir.

 

Eftir donsku skipanini hevði verið møguligt at Jóna fekk ein verja, sum kundi tryggja, at eingin lumpaði hana í peningamálum. Hon hevði annars varðveitt øll síni rættindi.

 

 

 

 

 

 

 

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita