Skúlaverkið hevur nógv at liva upp til
Nógv skal til í sambandi við menninkjansligar førleikar eins og fysiskar karmar fyri at liva upp til ásetingarnar í ST-sáttmálanum. Tað skiltist av Niels Egelund, professara við lærda háskúlan í Århus, sum m.a. segði sína hugsan um avbjóðingar hjá skúlaverkinum
Skulu vit liva upp til endamálið í ST-sáttmálanum at geva brekaðum sama rætt sum øðrum, eru avbjóðingarnar hjá skúlaverkinum stórar. Serútbúnir lærarar at geva øllum nøktandi undirvísing og serpedagogik. Nøktandi førleiki innan NSR tænastuna. Nøktandi peningajáttan og undirvísingaramboð. Hølisviðurskifti at undirvísa smærri bólkum í, og góðar atkomumøguleikar fyri øll. Sama er galdandi fyri ungdóms- og vinnuútbúgvingar, har eisini verður neyðugt, at hvør einstakur hevur ein og sama vegleiðara at halda seg til og ráðføra seg við, eins og sálarliga hjálp. Útbúgvingarmøguleikar fyri tey við avmarkaðum bókligum kunnleika. Serliga tilrættaløgd meistaralæra, og nøktandi undirvísing av vaksnum fólkum.
Alt fleiri hava hjálp fyri neyðini
Niels Egelund vísti á donsk hagtøl sum siga, at alt fleiri fólk hava ymiska hjálp fyri neyðini. Donsk tøl siga, at umleið 5 prosent av børnum undan skúlaaldri hava serliga hjálp fyri neyðini. Umleið 20 prosent av øllum næmingum í fólkaskúlanum hava, fyrr ella seinri, fyri neyðini at fáa serliga hjálp. Umleið 30 prosent av øllum næmingum hava skúlaárini brúk fyri serpedagogiskari hjálp, og umleið fimti hvør næmingur, sum fer úr skúlanum, hevur ikki nóg góða vitanarliga barlast.
Í Danmark er talið á børnum, sum hava atferðar- og trivnaðartrupulleikar, og sum hava ilt við at koma í samband við onnur, trífaldað.
Mangar orsøkir
Orsøkirnar kunnu vera mangar, segði Niels Egelund, og nevndi m.a. ta sokallaða nýmótans lívsførsluna, pedagogiska rákið, frá at vera farið frá tí siðbundna, til at meira ella minni alt er loyvt. Dálking við m.ø. tungmetallum og tilsetingarevni í mati hevur eisini sett síni árin.