Aðalfundurin hjá MBF varð hildin í MBF húsinum mikukvøldið 6. mai 2009. Á skránni var m.a. valg av limum í starvsnevndina fyri Rørslubólkin og Samskiftisbólkin. Fyri rørslubólkin varð Ruth Thomsen, formaður í Blindafelagnum vald, og sum varalimur varð Jógvan Sofus Vágsheyg valdur. Fyri Samskiftisbólkin varð Bjørg Hovland Hjelm, limur í Deyvafelagnum vald og sum varalimur varð Jákup Danielsen, formaður í Felagnum valdur. Hini, ið manna nevndini, eru Leila Solmunde, ið er formaður. Fyri Medisinska bólkin er tað Kristianna Rein, formaður í Diabetesfelagnum og fyri Sálarliga/ neurologiska bólkin er tað Sigrun Mohr, formaður í Alzheimerfelagnum.
Nýtt limafelag, Stoffskiftisfelagið, fekk limaskap í MBF á aðalfundinum.
Meginfelagið MBF umfatar nú 24 limafeløg.
MBF og limafeløgini í MBF hava áhaldandi og í nógv ár víst á, út av lagi vánaligu endurvenjingarmøguleikarnar í Føroyum. Í november 2007 kom so “ Álit um endurvenjing fyri fólk við førleikatarni – ein liður í eini endurmenningarætlan”, men nú skjótt 2 ár seinri er framvegis onki hent á økinum, og prógvar tað bert enn eitt skuffuálit av mongum. Aðalfundurin samtykti tí at senda út eina Yvirlýsing hesum viðvíkjandi.