Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.

 

 

Beint áðrenn tingið fór í summarfrí tók eitt samt ting undir við, at seta í gildi ST sáttmála, sum skal tryggja fólki við breki javnbjóðis rættindi í samfelagnum. Hetta stigið fegnaðist vit um í MBF, tí so sømir tað seg einum framkomnum landi.

Við hesum sáttmálanum sum grundarlag, sóu vit fram til eina tilgongd, at geva øllum borgarum landsins líka rætt og javnbjóðis møguleikar.

 

Nú ein nýggj tingseta er byrjað, hevur landsstýrið lagt ein sokallaðan Ólavsøkupakka fram á ting. Eitt av málunum, sum er komið á løglistan, fær meg at standa spyrjandi, málið eg sipi til, er ætlanin at gera broytingar í lógini um fyritíðarpensjón.

Verður henda ætlan til veruleika, so verður tað ikki til tað betra, so tvørtur í móti, og er als ikki í tráð við nýsamtykta ST sáttmálan.

 

MBF hevur í nógv ár arbeitt við at fáa politiska myndugleikan at fremja ábøtur á lógina um fyritíðarpensjón. Hetta arbeiði hevur verið drúgt og til tíðir møtimikið.  Men í 2007 legði táverandi landsstýrismaður í almannamálum Hans Pauli Strøm uppskot fram á ting, sum bøtti munandi um fyritíðarpensjónina.  Lægsta fyritíðarpensjón skuldi burtur eftir 2 árum og mótrokningsprosentið varð broytt.

 

Ætlaða uppskotið sum nú er stungið í kortið, sorlar sundur alt arbeiði sum er gjørt á økinum, og gevur fyritíðarpensjonini eitt lemjandi afturstig

  

 

Eg skal taka eitt dømi um hvussu ein persónur er fíggjarliga fyri um hann fær tillutað miðal fyritíðarpensjón. Eg kann leggja afturat at tá tú fært miðal pensjón hevur tú mist 2/3 av tíni arbeiðsorku.

Miðal pensjón er áðrenn skatt fyri stakan persón  uml. 117.000 kr og giftan uml. 103.000 árliga. Henda upphædd skal kompensera fyri tí mistu arbeiðsorkuni.  Eftir er so 1/3 arbeiðsorka, sum tú kanst brúka um møguleiki er at finna okkurt at gera sum viðkomandi orkar at átaka sær. Tú kanst forvinna upp til uml. 80.000 kr áðrenn tú missir av pensjónini.

Um tú fert yvir tað missir tú 30 kr fyri hvørjar 100 tú tjenar. Ein annar møguleiki sum Almannastovan hevur er, at um fólk forvinna stórar upphæddir við síðuna av pensjónini, so kann Almannastovan endurskoða støðuna, um tú hevur størri arbeiðsorku enn fyrr mett, ella um sjúkan broytist til tað betra, og tá kann pensjónin leggjast still sum tað verður kallað.

 

Uppskotið sum nú er komið á løglistan er ógvuliga ódámligt. Tú skalt mótroknast við 25% frá fyrst tjentu krónu. Allir fyritíðarpensjonistar skornir yvir ein kamb, óansæð um tú fært hægstu ella miðal pensjón ella um tú fært lønarískoyti frá einum vardum verkstaði.  

 

Um vit enn halda okkum til miðal fyritíðarpensjonistin, so hevur hann ikki javnbjóðis møguleika at forvinna við sínum restarbeiðsførleika, tí tá hann fer at arbeiða so betalir hann fyrst skatt eins og øll onnur sjálvandi, MEN harumframt missir hann 25% av pensjónini, sum skal kompensera fyri tann partin sum er óarbeiðsførur. Her er okkurt heilt galið í hugsunarháttinum hjá tí sum hevur gjøgnumhugsað uppskotið, tú uppskotið leggur upp til at ikki øll verða líka fyri lógini.

 

Fólk sum fáa fyritíðarpensjón, tey  gjalda skatt sum øll onnur í landinum av síni pensjón, og gjalda eisini skatt av tí sum møguleiki er at forvinna við síðuna av pensjónini. Hetta eru inntøkur sum landið fær, og sum skjótt kunnu minka um eitt tílíkt uppskot kemur ígjøgnum. Tí er hetta uppskotið ikki arbeiðsfremjandi heldur skerjandi.

Eg fari tí inniliga at heita á landsins myndugleikar at taka uppskotið aftur.   

 

Leila Solmunde, forkvinna í MBF    

 

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita