Hvussu virkar sektorábyrgd fyri vanliga fólkið í Føroyum? Jú hon virkar bara uttan at vit geva tí so serligan ans. Eg kann taka í nøkur dømið:
Skúli og útbúgving
Vit eru von við, at samfelagið bara virkar á nógvum økjum. Ongin setur spurning tá børn verða skriva inn í skúla, at tað er nakað serligt, foreldur møta upp við børnunum og so byrja tey í 1 . flokki. Soleiðis virkar samfelagið bara.
Tá vit fara á miðnámsskúla tá er tað bara ein sjálvfylgja, at ein umsókn um upptøku verður send miðnámsskúlanum. Somuleiðis tá ein handalig útbúgving verður vald, tá er bara at velja hvørja vit ynskja og senda inn eitt umsóknarblað.
Eg kann nú seta spurningin er tað eisini ein sjálvfylgja tá tað er eitt fólk við breki, og er tað ikki ein mannarættur við somu tilboðum til børn og ung við breki?
Public Servise
Tá ið vit tendra fyri Sjónvarpinum, tá er tað bara ein sjálvfylgja, at vit síggja og hoyra m.a Dag og viku og aðrar føroyskar sendingar. Og hetta áleggur eisini Public service lógin Kringvarpinum at framleiða fyri føroyska fólkinum.
Tíverri fáa meiri enn 4000 hoyritarnaðir føroyingar ikki tíðindi í sjónvarpi, tí Kringvarpið ikki tekstar sínar føroysku sendingar.
Seinasta dømið um hetta var dokumentar sendingin um Føroya sjúka. Vit kunnu bara staðfesta og átala, at man ikki tekur hædd fyri tí rættinum fólk hava at fáa tekstaðar sendingar.
Er tað ikki ein mannarættur at fáa føroysk tíðindi og føroyskar sendingar tekstaðar/tulkaðar.
Mín spurningur er: “Tekur nýggja kringvarpslógin hædd fyri hesum, tí hetta er í tráð við sektorábyrgdina?”
Rættindi: Fíggjarlig trygd, bústaður og atkoma til heilsuviðgerð.
At hava eitt arbeiði og ein bústað er sera grundleggjandi hjá ein menniskja.
Tá føroyski arbeiðstakarin fer til arbeiðis, so fær hann sína løn útgoldna eftir nøkrum ávísum reglum, sum hansara fakfelag hevur verið við til at semjast vit arbeiðsgevaran um. Og við síni løn aftaná skatt, kann hann so keypa og fara til tað sum honum lýstir við at gjalda fyri tað.
Fyri fólk við breki, hevur tað eisini stóran týdning at hava eitt arbeiði og ein bústað. Nøkur hava møguleika at arbeiðasum vanligt, meðan onnur krevja nøkur serlig atlit, fyri at kunna vera á arbeiðsmarknaðinum.
Eg kann taka í aftur spurningin. Er tað virðiligt at fólk við breki fáa samfelagsligar tænastur fyri hálvan prís. Er tað ikki meiri virðiligt, at vit hava ta fíggjarligu trygd, sum tað sømir seg einum vælferðasamfelagi, og sum sáttmálin eisini áleggur.
Vit hava í dag nakrar skipanir fyri tey sum ikki klára seg á arbeiðmarknaðinum, eitt nú við vardum størvum. Tá fólk hava mist allan ella part av sínum arbeiðsførleika, eigur tað at verða ein mannarættur, at fáa eina virðiliga pensjón, og tað skal galda fyri øll sum hava mist sína arbeiðsførleika, eisini tey sum í dag búgva á bústovnum og bara fáa lummapening útgoldnan.
Tá fólk fáa eina fyritíðarpensjón, skulu tey verða líka fyri lógini í mun til vanliga arbeiðstakaran. . Ein fyritíðarpensjonistur hevur ikki javnbjóðis kor um ætlan landsstýrisins verður framd í komandi fíggjarárið, at mótrokna frá fyrst tjentu krónu.
Hann hevur ikki javnbjóðis møguleika at forvinna við sínum restarbeiðsførleika, tí tá hann fer at brúka sín restførleika, betalir hann fyrst skatt eins og øll onnur sjálvandi, MEN harumframt missir hann eitt vist % av pensjónini, sum skal kompensera fyri tann partin sum er óarbeiðsførur. Her er okkurt heilt galið í hesum hugsunarhátti, og er hetta javnrættindi? Vónandi verður hetta umhugsa enn einaferð.
Eitt sera týdningarmikið tilboð, sum fólk við kroniskari sjúku mangla í Føroyum, er tilboðið fáa eftirviðgerð og víðlíkahalds viðgerð. Samstundis sum vit síggja nógvan pening verða avsettan til akuttar sjúkur(og alt gott um tað) síggja vit ikki sama áhaldni tá um kroniskar sjúkur umræður.
Her eru vit eftirbátar so tað stendur eftir.
Vit gera stórar fólkuheilsuætlanir, og miðja ímóti at fólk skulu hava betri heilsu og at vit vilja minka um vælferðassjúkur, men ikki eitt stig verður tikið til at bøta um at fólk við kroniskari sjúku kunnu viðgerðast, so tey ikki gerast verri fyri. Er tað javnrættindi? Hetta eru stig ið vit mugu taka í álvara og bøta um.