Tá tosa verður um fólk ið bera brek, verða hesi oftani umtalaði við øðrum orðum enn tað tey í veruleikanum eru, fólk ella fólk ið hava brek.
Tað sum fekk meg at tríva í hetta evnið, var innslagið í Dag og viku hóskvøldið, har tað varð tosa um umstøðurnar hjá fólkunum, sum búgva í sambýlinum í Børkugøtu. Eg skal ikki viðgera aktuella málið, men hvussu fólkini, ið búgva á sambýlinum vóru lýst.
Orðini brúkari, fólk og búfólk varð brúkt hvørt um annað. Sjónvarpskvinnan visti uttan iva ikki hvat hetta var fyri ein bólkur av fólki, og tí trilvaði hon seg fram við at nevna tey ymist.
Ístaðin fyri at kalla hesi fólkini fyri fólk, so sær út til at tey mugu eyðmerkjast við onkrum heiti. Eisini sæst hesin "óskikkur" í lýsingum tá Nærverkið søkir eftir pedagokum ella hjálparfólkum til "brúkarar" í skipanini.
Hvat er tað sum ger at hesi fólkini fáa ymisk heiti á seg í dagsins samfelagi í 2007, tá vit skuldi verið meiri tilvitað um henda stóra bólkin av fólki í Føroyum. Eg skal ikki gera meg klóka uppá hetta fyribrigdi, men fólk ið bera brek, hava allar tíðir verið knýtt til ymisk eyknevni , sum kann lýsa fatanina av, at tey eru - tað brek tey bera.
Okkara tilvitan um brekað fólk er økt, tí tey eru vorðin ein sjónligur partur í okkara samfelag.
Hugtakið " tey veiku" er hugtak sum er knýtt at fólki ið bera brek Ì samfelagnum og millum politikarar verður ofta, og serliga uppundir val, tosa um tey veiku. Tað skal gerast nakað fyri "tey veiku".
Ì nøkur ár hevur handicap politiska útgangsstøði verði, at gera upp við "offurrolluna" og teimum fyristillingum um at fólk við breki er stakklar, sum skulu liva av tí samkenslu sum samfelagið gevur. Her má ein meiri mennandi lýsing til, so tað kann gerast upp við offur rolluna, so fólk ikki fáa slíka negativa eyðmerking á seg.
Eitt annað hugtak sum í dag verður nógv brúkt tá umræður fólk ið bera brek, er brúkari, hettar sær út til av avloysa hugtakið "tey veiku".
Vanliga verður orðið ella hugtakið "brúkari" nýtt um ein sum brúkar eitt ella annað til sítt forbrúk, av tingum ella mat og klæði. Tí undrist eg yvir, at fólk ið bera brek, og sum hava tørv á eini samfelagsligari veiting sum kann útlíkna hansara brek, verður nevndur brúkari framum annan sum eisini í ríkiligt mát forbrúkar úr samfelagnum.
Vit mugu ansa eftir at vit ikki hefta hettar navnið upp í fólk við breki, sum kann gera, at tey verða uppfata sum at tey bert forbrúka úr samfelagnum, men onki lata.
Vit eru øll brúkarar av onkrum í samfelagnum, og vit eru øll borgarar í samfelagnum.
Um tað at hava tørv á eini samfelagsligari veiting er at vera brúkari, ja, so er tað at arbeiða á eini samfelagsligum veitingarsta&