MBF áskoðan á bústaðir
Skrivað hevur Anna Suffía Durhuus. Dagl leiðari í MBF


MBF áskoðan á bústaðir


Okkara bústaður, og hvussu vit búgva, er ein týdningarmikil partur av okkara samleika bæði tá hugsað verður um okkara sjálvsfatan og tá hugsað verður um okkara samveru/samskifti við samfelagið rundan um okkum. Heimið er útgangsstøðið hagani vit møta tilveruni uttanfyri og har vit kunnu venda aftur og liva okkara egna lív, og hettar er sjálvandi eisini galdandi fyri fólk, ið bera brek.

“ Úti er gott, men heima er best” er eitt kent fyribrigdi. Hettar siga vit helst tí, at okkara heim og okkara bústað  seta vit í samband við nakað gott og positivt og nakað trygt og dýrabart. Bústaðin uppliva vit sum eitt stað har vit kunnu vera okkum sjálvi, og har vit kunnu gera, hvat passar okkum saman við familju og vinum.

Tíverri er tað ikki soleiðis, at vit øll hava henda møguleika, eisini her hjá okkum har vit hava ein sera einstáttaðan bústaðarpolitik, har stórt sæð einasti møguleiki er at ogna sær egin hús fyri sera stórar upphæddir. Ongir alternativir bústaðarmøguleikar finnast, so tí má vantandi bústaðartilboð til fólk við serligum tørvi metast sum ein av størstu meinbogunum fyri javnrættindi á jøvnum føti við onnur.

Tað eru nú meira enn 40 ár síðani at Serforsorgin í Danmark varð niðurløgd og fólk við breki av ymiskum slag, vóru flutt heim aftur til Føroyar. Hetta vóru fólk, ið higartil høvdu búð á stórum statsligum stovnum, avbyrgd frá samfelagnum rundan um tey, og sum vórðu flutt aftur til Føroyar við tí fyri eyga, at tey skuldu gerast partur av føroyska samfelagnum aftur.

Eirargarður varð bygdur fyri at taka ímóti fólki við menningartarni. Til fólk, ið vóru sálarliga sjúk varð stovnur bygdur í Havn, tað so nevnda Statshospitalið. Hettar vóru stovnar, sum í stóran mun líktust gomlu stovnunum Danmark t.v.s avbyrgdir frá føroyska samfelagnum við, at teir í stóran mun nøktaðu allan tørv. Seinri fluttu fleiri av búfólkunum av Eirargarði út í sambýlir. Sambýlini vóru vanlig sethús, ið vórðu keypt, men í nógvum førum vóru tey illa egnaði til endamálið. Atkoman er í fleiri førum sera vánalig, smá kømur við felags bað og wc, felags stovu og køk og  felagsinng, so ikki kann sigast at bústaðarmøguleikarnir til fólk, ið bera brek er í tráð við ST sáttmálan fyri brekað.

Eisini hvat viðvíkur bústaðartilboð til fólk, ið eru rørslutarnað eru tilboðini fá, og nógvir av verandi bústaðunum eru als ikki atkomuligir.

MBF heldur, at tíðin er farin frá, at fólk skulu liva alt teirra lív á stovni sum byggir á gomlu stovnsmentanina. Hettar út frá, at vit meta, at øll fólk eru serstøk og hava ynskir fyri sínum egna lívi.

Í august varð ST sáttmálin settur í gildi í Føroyum. ST sáttmálin ger greiðu á mannarættindunum fyri brekað og m.a. sigur hann eisini nakað um rættin hjá fólki, ið bera brek, til egnan bústað og teir ágóðarnar tað viðførir, m.a. stendur nakað um rættin til at hava eitt privatlív, sjálvavgerðarrættin, rættin til frítt at velja bústað, skilnaðin millum bústað og sosialpedagogisk tilboð, individualitetin og ymiskar bústaðir og betri bústaðarstandard.



Rætturin til privatlív

Privatlívið hjá øllum er friðhalgað. Sjálvt um tann einstaki, vegna brek hevur brúk fyri hjálp og stuðli í dagligdegnum, er privatlívið altíð friðhalgað. Privatlív merkir í hesum førinum, at tann einstaki borgarin uttan uppíblanding avger alt í sínum egna heimi t.d. um hvussu tað skal innrættast, móttøka av vitjandi, nær og hvussu leingi o.s.fr. Nøkur hava tó tørv á hjálp til at úttrykkja, hvat tey vilja og ynskja fyri sínum privatlívi. Dentur skal leggjast á at privatlív og einsemi ikki er tað sama.

Rætturin til privatlív inniber m.a. at tann einstaki borgarin hevur egna inngongd til sín bústað, íbúðin skal kunna læsast, og skal hon umfata sjálvstøðugt bað, wc og køk. Íbúðin er fyrst og fremst at rokna sum eitt stað har privatlívið kann roynast og ikki primært eitt arbeiðspláss fyri persónarnar, ið skulu stuðla og hjálpa. Upplýsingar um persón, heilsu og endurmenning hjá fólki, ið bera brek, skulu dyljast á jøvnum føti við onnur.

Sjálvsavgerðarrætturin

Sjálvsavgerðarrætturin og møguleikin at ávirka egið lívslag er grundleggjandi. Hettar er galdandi bæði í mun til stórar og til smáar avgerðir t.d. hvat skal etast og nær, litin á klæðunum, hvørjir frítíðarítriv skulu veljast o.s.fr. Av størri avgerðum kann nevnast alt viðvíkjandi hvar tey skulu búgva og hvørjum tey evt. skulu búgva saman við.

Í mun til gomlu stovnsmentanina var vanligt, at tað vóru rutinir og rationalitetur, ið vóru stýrandi fyri hvat kundi fara fram á stovninum, t.d. kundu ymsir aktivitetir bert fara fram um fleiri kundu luttaka samstundis ella tá flest starvsfólk var til staðar. Tað er avgerandi at tað ikki er vaktarskipanin hjá starvsfólkinum, sum er stýrandi fyri møguleikanum hjá tí einstaka at luttaka í samfelagslívinum. Hettar er ikki í tráð við sjálvsavgerðarrættin, ið leggur upp til tilrættalegging í tráð við tørvin hjá tí einstaka, annars er sjálvsavgerðarrætturin ein illusión.

Møguleikin frítt at velja bústað

Fólk, ið bera brek skulu hava møguleikan at búgva har sum øll onnur búgva og við møguleikanum at velja saman við hvørjum. Hvørja ferð, tá nýggir bústaðir verða bygdir, og líka mikið hvør byggiharrin er, eigur at tryggjast, at fólk við rørslutarni og onnur fólk, ið bera brek eisini kunnu búgva har.

Kommunurnar eiga at binda seg til at samtykkja ein bústaðarpolitikk, sum bindir allar byggiharrar til at byggja til allar borgarar, - við og uttan breki. Fólk eiga ikki at vera noydd at búgva á stórum kollektivum orsakað teirra breki.

Skilnaður millum bústað og sosialpedagogisk tilboð

Bústaðarviðurskiftini eiga at geva førleikatarnaðum eitt so sjálvvalt og sjálvstøðugt gerandislív sum gjørligt. Bústaðartilboð og sosialpedagogisk viðgerðartilboð skulu tí vera atskild og vera óheft hvør av øðrum. Farið eigur at vera frá stovnshugtakinum til persónligar loysnir.



Individualitet

Individualitetur er ikki tað sama sum at vera “fyri seg sjálvan” ella “at vera einsamallur”. Individualitetur merkir harafturímóti at fáa tillutað ta hjálp og tann stuðul, tann einstaki hevur fyri neyðini fyri at liva tað lív viðkomandi ynskir og at kunna luttaka í samfelagslívinum út frá egnu fyritreytum. Gamla stovnsmentanin legði upp til, at fatanin hjá samfelagnum sum heild hevur verið fordømandi og ónuancerað. Tí er individualitetur umráðandi, so tann einstaki verður sæddur og hoyrdur sum tann serstaki persónurin hann er,og ikki bert sum ein av mongum.

Ymisk og betri bústaðartilboð.

Fólk við breki skulu kunna hava somu fyrimynd fyri bústaði sum øll onnur. Standardin á nógvum av verandi bústøðum, sambýlum og stovnum eru undir vanligt lágmark. Bústøddin er alt ov lítil, ikki er møguleiki fyri vitjan undir privatum formi og ikki er atgongd til egnan køk, bað og wc.

Í Visjón 2015 verður lagt upp til at byggjast skulu almenn- og sethús, lutaíbúðir ella leiguíbúðir, so at fólk við skerdum førleika kunnu útvega sær egnan bústað um alt landið. Gjøgnum byggilóggávuna skal ásetast, at atkoma fyri øll skal hugsast inn í byggiætlanir. Hesa visjón tekur MBF fult undir við, men vit eru ógvuliga ivingarsom um henda hugsan nakran tíð verður veruleiki út frá tí avrikið politiski myndugleikin higartil hevur víst.






Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita