Forkvinna í MBF vitjar Eirargarð og á Bóndaheygi........
Hugleiðing frá eini vitjan:
Á vitjan.
Havi sett mær fyri at eg skal vitja á onkrum sambýli, vitja eitt stað har fólk búgva undir øðrvísi treytum enn vit, sum búgva í einum vanligum sethúsum saman við teimum sum vit hava valt at búgva saman við.
Trupulleikin er bara, at eg má finna eitt stað har eg sleppi inn. Fyrsta staðið eg vitji er Sambýlið á Bóndaheygi. Tað er bert atkomuligt í kjallarahæddini. Leiðarin á Sambýlinum tekur ímóti okkum. Vit setast á hennara skrivstovu, fáa ein kaffimunn og tosa um hvussu hetta sambýlið er bygt upp. Tvær íbúðir í kjallaranum, tvær í miðhæddini og ein á loftinum. Hetta eru eini vanlig sethús, bygd til eina sokallaða “kjarnufamilju, “ sum er maður, kona og børn.
Spurningurin eg seti mær er. “Kunnu fimm fólk við menningartarni búgva undir tí hugtakinum, “kjarnufamilja,” og er tað endmálið.
Hesi hava ikki valt at búgva saman. Tey eru uttan iva á einum lista sum so prioriterar tey eftir tørni/tørvi. Tað skal eg so ikki siga fyri vist.
Sethúsini eru broytt, gjørdar eru smáar íbúðir, so møguleiki er fyri privatlívi. Tó so, í miðhæddini mugu tey deila wc/bað. Eg síggi fyri mær, at tey mugu lata seg í hvørja ferð tey skulu út úr kamarinum og út á wc. Og tað sama tá tey hava verið undir brúsu. Lata seg í áðrenn tey fara gjøgnum “almenna” rúmið og inn í sovikamarið. Eitt skert frælsi má man siga.
Men trappurnar gera tað, at eg sleppi ikki inn at vitja, so eg má bara spyrja og gita mær rest
Kvinnan sum býr í íbúðini í kjallaranum bjóðar okkum at síggja íbúðina. Jú vit taka av, og hon vísir stolt sína íbúð fram. Har er stak hugnaligt inni. Køkur, stova, kamar og wc/bað. Her er møguleiki at hava eitt privat lív, fáa vitjan, familja ella vinir, sum so sjálvi kunnu hugna sær saman, gera ein drekkamunn og so framvegis, práta saman uttan at øll hini skulu hoyra.
Hon sigur okkum, at áðrenn hon fekk íbúðina hevur ein persónur í koyristóli búð her. Eg síggi fyri mær, at tað eigur at hava verið trongligt, tí tað er íbúðin so slett ikki gjørd til. Tá vit hava práta eina løtu gongur leiðin avstað aftur. Starvsfólkini vóru sera blíð og fyrikomandi.
Komin í bilin siti eg og hugsi. Vit mugu hava eitt fjølbroytt bústaðartilboð, men hvat er prísurin fyri at búgva í eini íbúð fyri seg sjálvan. Hvussu er við vandanum at gerast einsamallur. Hvussu er sosiala netverkið hjá hesum fólkunum. Í hesum húsinum búgva so 5 fólk, hava tey nakað til felags, so tey hvør sær ikki gerast einsamøll. Nógv ting snurra í mínum høvdi. Í míni verð setur henda vitjan fleiri spurningar, sum møguliga áttu at verið kannaðir. Kanska eiga vit at umhugsa eina nøgdsemiskanning. Livst so spyrst.
Eirargarður
Síðani er kósin sett út á bústovnin Eirargarð. Hugsi fyri mær sjálvari, hvussu man tað vera at búgva á stovni. Við mínum fordómum í skjáttuni eri eg spent at vita hvussu tað í veruleikanum er, at búgva á Eirargarði.
Síggi fyri mær, at har búgva nógv fólk, onki privatlív, øll eta tað sum kemur úr køkinum, alt er líka, og ein rúgva av fólki til borðs í senn. Jú so er. Tá man onki veit, so kann man bara ímynda sær
Leiðarin bjóðar okkum vælkomnum. Vit verða boðin inn í eina stovu, sum er ein dagligstova hjá nøkrum av fólkunum sum búgva har. Vit fáa kaffi og kaku og sita so og práta og kunnu spyrja. Eg eri forvitin og spyrji um ymiskt.
Aftaná sleppa vit at vitja inn á gólvið hjá nøkrum av fólkunum sum búgva har. Hetta eru fólk við sera ringum og truplum sjúkum. “Multibrekað” sum vit vanliga siga. Flestu av teimum brúka koyristól.
Myndin sum eg havi inni í mínum høvdi av Eirargarði um stóru gongirnar har fólk sita á rað og hava onki at taka sær til byrjar nú at detta sundur. Fyri mær opnast ein onnur verð. Her eru bara nøkur fá fólk inni, tey flestu eru til arbeiðis á Virkni eg frøist um at hesi fólkini sleppa frá húsum til okkurt, sum kann gera teirra dagliga dag betur. Eitt ARBEIÐI.
Longu gongirnar eru sera hugnaligar og smáir veggir standa ymsastaðni sum ger rúmið minni og hugnaligari.
Onki kamar er líka. Sera vakurt innrættað, ymiskir litir og ymisk snið. Vøkur spegl, lampur, gardinur, skenkar og myndir á vegginum.
Vit fáa at vita at hvørt fólk hevur eitt starvsfólk sum kontakpersón, so hesi kunnu saman innrættað og hugna um egna kamarið.
Fólk eru býtt upp í smáar eindir, millum 4-6 fólk í hvørji eind, sum tað nú passar best. Hvør eind hevur felags køk, sum er sera hugnaligur. Starvsfólk gera mat úti á sínari eind, so nú datt myndin hjá mær sundur um, at 20 fólk sita til borðs og eta øll tað sama.
Her eru skipaði viðurskifti, alt eftir hvussu umfatandi brekið er. Fólk eru býtt upp, so at tað ber til at fáa sett fólk saman sum passa best at vera saman. Hesi fólkini eru so illa brekað, at onnur uttan iva mugu gera val fyri tey. Men sum tað sýnist mær, so er hetta í samstarvi við avvarðandi og onnur, sum kenna best hvørjar umstøður hvør krevur.
Starvsfólkini sum vit møta eru sera blíð og hava verið her í nógv ár. Uttan iva eitt gott stað at arbeiða.
Vit fáa eisini at vita, at tvey av fólkunum, sum sjálvi kundu valt at búð aðrastaðni, hava valt at búgva á Eirargarði. Eg hugsi. Møguliga føla tey seg trygg her. Her er ein felagsskapur sum bæði kann verða lítil og sum kann gerast størri eftir tørvi. Møguliga er sosiala samveran størri her. Eg veit tað ikki, men eg fornemmi tað.
Eg kundi hildið áfram at sagt frá hesum upplivingum, sum eg hevði tann dagin eg var á vitjan, men velji at enda her.
Eg fór avstað aftur við einari heilt aðrari mynd enn tí eg kom við. Eg hevði eina meiri jaliga mynd við mær í skjáttuni.
Somuleiðis eri eg sannførd um, at spurningurin um hvussu vit skipa búmøguleikar hjá fólki við breki er ikki so einfaldur at svara uppá.
Her eru nógv atlit at taka og hvørt sambýli, hvør bústaður má viðgerast við opinleika, so at tørvur og dygd verða sett í hásæti og ikki hvar búgva vit rímiligt og bíligast, men hvar vit búgva best.:)
|