Livikor og brek
Leiðarin í síðsta MBF blaðnum.

 

Samfelagið í Føroyum verður støðugt útbygt, tænastur og tilboð til Føroya fólk økjast alsamt. Sæst hesin vøksturin í støðuni hjá teimum sum bera brek ella sjúku í Føroyum?. Við hesum í huga setti MBF  sær fyri at kanna livikorini hjá einum parti av teimum sum bera brek í Føroyum, nevniliga fyritíðarpensjonistunum.
At fyritíðarpensjonistar í Føroyum hava haft tað trupult, er ikki nakað nýtt fyri okkum í MBF. Hetta hava vit vita í áravís, og ynskt at gjørt nakað við, men enn er tað ikki blivið til nakað so málrættað, sum tað er at gera eina livikorskanning. Tað hevur leingi ligið í ætlanunum hjá MBF at fingið til vega betri upplýsingar á økinum, men at gera kanningar og at fáa til vega haldgott tilfar, sum vit kunnu arbeiða út frá, er kostnaðarmikið fyri ein felagsskap sum MBF.
Tað er umráðandi at fáa væl dokumenteraðar kanningar av fólki ið bera brek, um vit skulu vísa á teir trupulleikar, sum hesi fólkini hava, fyri at kunna bøta um livikorini hjá ymsu bólkum sum MBF umboðar.
Hvat er so livikor fyri nakað. Jú mennisku hava ymiskan tørv fyri at yvirliva sum menniskja. Bústað, mat og klæðir, arbeiði og pening, atgongd til tænastur, frítíð og útbúgving.
Er so livikor fyri fyritíðarpensjonistar so nógv ørðvísi enn hjá fólki flest. Nei slett ikki. Tá vit hyggja uppá livikor hjá fyritíðarpensonistum, so er einasta trygdin ein peningaupphædd hvønn mánað. Men menniskjað livir ikki av breyði eina og heldur ikki fyritíðarpensjonisturin. Nei livikor eru so ómetaliga nógv meir. Fyritíðarpensjonisturin hevur eisini brúk fyri at mennast sum menniskja, at liva og virka í samfelagnum hóast hann/ hon hevur fingið skerdan førleika. Hesi hava eisini brúk fyri einum dagligum degi sum er býttur upp í arbeiði, frítíð og heimalív. Alt eftir teirra mátistokki.
Eitt er livikorskanning og teir møguleikar sum standast av tílíkari kanning fyri at gera nakað munagott, men í síðsta enda er tað politiski myndugleikin sum avger hvørji tiltøk kunnu setast í verk fyri at bøta um lívskorini hjá hesum fólkum.
Sameindu Tjóðir samtyktu ein sáttmála á jólum í fjørð, sum skal verja rættindi hjá fólki við breki at kunna virka á jøvnum føti í samfelagnum. Hesin sáttmálin kann verða eitt stórt og týðandi stig á leiðini at fáa javnstøðu í Føroyum fyri fólk við breki. Tekur Føroyar undir við sáttmálanum, fara vit í framtíðini at síggja, at lógarverkið, tænastur og tilboð annars, ið verða boðin Føroya fólki eisini verður boði fólki við breki á jøvnum føti. Tilgongdin meðan arbeitt verður við at kanna hvat skal til fyri at fáa sáttmálan settan í gildi í Føroyum,er eisini týdningarmikið, tí fokus kemur á økið, sum bert kann gagna okkum øllum sum bera brek.
Fólk í Føroyum sum hava brek ella sjúku, hava ongantíð havt eitt so týðandi “amboð,” har tað veruliga eru stig ið samfelagið skal taka fyri at kunna liva upp til sáttmálan. À fyrsta sinni fáa vit rættindi og skulu ikki dúva uppá góðan vilja. Eg síggi fyri mær eina spennandi tíð, har verulig tøk skulu takast, bæði av okkum sum felagsskapi og av politiska myndugleikanum. Eitt er víst, at MBF skal gera sín part av arbeiðinum. Eg seti mína vón til at so er eisini frá politiskari síðu.
Leila Solmunde, forkvinna               

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita