Herðaklapp til Snorra

Jaligar blaðgreinar.................

 

Fyri kortum hevði Snorri Brend, blaðmaður á Sosialinum nakrar greinar um nøkur fólk í Føroyum, sum á ymsan hátt hava trupulleikar vegna eitthvørt brek.

 

Longu í yvirskriftini ber boðskapurin í greinini boð um, at her er  positivt fokus sett á persónarnar.  

 

Yvirskrift sum t.d: “eg eri bara deyvur”  ella “sjónveik men sterk” sigur okkum, at persónurin verður lýstur á ein góðan og jaligan hátt og ikki bert sum veikir persónar.  Slíkar greinar eru við til at bróta niður fordómar um, at persónar við breki eru veikir, men ístaðin verður víst á allar teir førleikar sum eru í persóninum, og at øll kunnu geva sítt íkast til samfelagið. Við sínum greinum gongur Snorri Brend, blaðmaður undan og vísir á fjølbroytni og styrkir heldur enn veikleikan hjá fólki við breki.

 

 

 Ì nøkur ár hevur handicap politiska  útgangsstøði verið, at gera upp við ”offurrolluna” og ímyndina av at fólk við breki eru veikir persónar. At tosa um veikleika, mennir ikki fólk. Tað heldur fólki niðri í eini passivari rollu. Tí fegnast vit um, at tílíkar greinar síggja dagsins ljós í føroysku miðlunum, hesaferð í Sosialinum. Á henda hátt eru vit øll við til at menna kjakið. Vónandi fáa vit fleiri av hesum í framtíðini, og á tann hátt vera við til at kasta eitt jaligt ljós á fólk við breki.

 

At enda skal eg nevna at í ST-sáttmálanum um rættindi einstaklinga , ið bera brek sigur grein 8, at tiltøk eiga at vera gjørd at stimbra tilvitskuna um, hvat fólk við breki eru før fyri.

Víðari stendur at fjølmiðlar eiga at mynda fólk við breki á ein hátt, sum er í samsvar við endamálið í Sáttmálanum. Endamálið leggur m.a. áherðslu á at tryggja verður at fólk við breki verða vird fyri teirri viðføddu tign, hava javnbjóðis rættindi frælsi at liva frítt.

 

Teirri viðføddu tign sigur mær somikið, at brekið ikki skal vera forðingin fyri at kunna liva eitt aktivt og ríkt lív eins og øll onnur fólk,  men at røtt tilboð til skúla, útbúgving og arbeiði kann gera at fólk kunnu hava ein framtíð í Føroyum.

Tað haldi eg eisini at blaðgreinarnar hjá Snorra Brend vísti millum annað tá hann viðgjørdi hesi 4 fólkini við respekt, sum fólk við styrki  og sum eitt tilfeingi til samfelagið.

 

Leila Solmunde, forkvinna í MBF

 

  

 

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita