Public servise ein tænasta til øll...
Leiðarin
Í einum demokratiskum samfelag hava borgarar talufrælsi, frælsi at hava eina meining, frælsi at leita upp, taka ímóti og lata frá sær upplýsingar.
Sambært grein 21 í ST-sáttmálanum stendur leysliga endurgivið, at samfelagið skal útvega fólki ið bera brek atkomuligar upplýsingar í atkomuligum sniði. Eggja fjølmiðlum at veita upplýsingar gjøgnum alnetið, at laga sínar tænastur soleiðis, at fólk fáa brúkt tær.
Vit liva í eini tíð, har samskiftistøknin bara mennist. Fólk eru bundin av at fáa tíðindi og kunning frá alnetinum, sjónvarpi, útvarpi, bløðum og so framvegis. Somuleiðis kemur alsamt meiri tøkni á marknaðin, sum kann hjálpa fólki at samskifta við onnur.
Nógv ymisk átøk eru í gongd fyri at gera modernaðu tøknina atkomuliga eisini fyri fólk við breki. Og hetta fer bara at halda áfram, tí vit eru í eini tíð har samskiftistøknin er framtíðin.
Í einum framkomnum samfelagi sum vit eru partur av, eigur rætturin til upplýsing at raðfestast hægri. Alt okkara lív og okkara dagligi dagur er tengdur at teimum upplýsingum, sum koma frá samfelagnum, bæði sum tíðindi, lýsingar og so framvegis.
Fólk við breki vilja eisini verða partur av hesi menning og tað fer tøknin eisini at tryggja.
Men eru vit í Føroyum nóg væl upplýst um, at tíðindi og lýsingar skulu koma øllum borgarum til góðar?
Í dag kunnu vit staðfesta at borgarar við breki verða dagliga útihýstur í almenna Kringvarpinum. Vit síggja ongar føroyskar sendingar tekstaðar, bara daggamlar tíðindasendingar tulkaðar og ongar sendingar sum eru gjørdar á tann hátt, at eitt nú fólk við menningartarni kunnu fáa lætt framborin tíðini og so framvegis. Hetta verður snøgt sagt ikki raðfest hjá okkum.
Í Public service sáttmálanum stendur í grein 2, at Kringvarp Føroya skal røkja sítt public service-virksemi eftir ynski og tørvi hjá ØLLUM føroyingum og skal tryggja, at tilfarið í sínum innihaldi:
- Er óheft av seráhugamálum
- Er fjølbroytt og margfalt
- Er viðkomandi, álítandi og sakligt, tá talan er um tíðindi og upplýsingar annars
- Veitir brúkaranum atgongd til týðandi upplýsing og orðaskifti um avgerandi samfelagsviðurskifti
- Vendir sær til nógvar avmarkaðar áhugabólkar eins væl og til ein størri skara.
- Gevur brúkaranum gott innlit í mentan og uppliving av føroyskari list
- Hevur høga góðsku, bæði tá talan er um upplýsing og undirhald.
Framhaldandi stendur, at Kringvarpið skal styrkja borgarans evni at virka í einum demokratiskum samfelagi, stimbra vitan og fatan, stimbra áhuga føroyinga fyri at fáa eina breiða almenna vitan gjøgnum atkomuligt og fólksligt tilfar. Mín spurningur er: Er hetta ikki galdandi fyri allar Føroyingar?
Í grein 5 í Public Service sáttmálanum stendur, at Kringvarp Føroya skal taka atlit til fólk við breki og tryggja teimum “ávísar” tænastur, umframt at sendingar, ið hava stóran samfelagsligan áhuga og týdning, skulu gerast atkomuligar. Her spyrji eg bara; -hvør skal avgera, hvørjar tænastur eru ávísar og hvørjar sendingar hava stóran samfelagsligan áhuga. Hava fólk við breki ikki sama tørv og ymisk áhugamál sum øll onnur?
Vit halda tí at tað áliggur Kringvarpinum at víðka sjónarringin hjá øllum fólkum í Føroyum, eisini fólk sum bera brek, og tí skulu ALLAR føroyskar sendingar gerast atkomuligar. Og tað gerst best við at teksta og tulka alt føroyskt tilfar. Harafturat eiga sendingar at verða gjørdar við lætt frambornum tíðindum og aðrar sendingar, so fólk við menningartarni og fólk við heilaskaða kunnu skilja tað.
Ikki fyrr enn hesi stig eru tikin, kann sigast, at public service sáttmálin livir upp til sína endamálsorðing.
Leila Solmunde, forkvinna