Raðfestið betri kunningarstøði

til fólk við varandi sjúku og breki.

Anna S. Durhuus skrivar. 


Raðfestið betri kunningarstøði til fólki við varandi sjúku ella breki.

 

 

Talið av fólki við varandi sjúku ella breki er alsamt vaksandi. Orsøkirnar til hettar eru helst ymiskar, men nevnast kann m.a. hækkandi livialdur og betraðir viðgerðarmøguleikar. At fáa eina varandi sjúku ella brek, og at kunna liva við henni á ein slíkan hátt, at ein gerst førur fyri at liva eitt sjálvstøðugt og innihaldsríkt lív á jøvnum føti við onnur, setur stór krøv til tann einstaka.

 

Tá vit eru frísk taka vit tað mesta sum givið. Alt vanligt arbeiði heima við hús gongur uttan at vit hugsa um tað. Vit fara til arbeiðis, og vit gleðast saman við familju og vinum í frítíðini. Tað, at fáa eina varandi sjúku ella brek, merkir víttfevnandi broyting í tí vit kenna. Fyri onkran kann broytingin vera ógvuslig, fyri onnur meira hóvlig, soleiðis at møguleiki er fyri einari meira stigvísari tilvenjing. Men fyri flest øll verður tað ein nýggjur veruleiki ein má fyrihalda seg til. Tað sum ein dugdi at gera fyrr, dugir ein ikki longur. Tað er tí neyðugt at finna nýggjar mátar at gera tingini uppá.

 

Nýggi veruleikin, ein skal fyrihalda seg  til, inniber ofta, at nakað verður mist, og kann tað bæði vera kropsligt og/ ella sálarligt. Hettar viðførir ótryggleika og angist  heldur enn tann tryggleikin, ið fyrr ráddi. Í slíkum førum er umráðandi, at tey, ið varða av, bæði fakfólk og avvarðandi, hjálpa og stuðla uttan at taka yvir, soleiðis at persónurin sjálvur gerst førur fyri at liva við broyttu støðuni, t.v.s. “ meistrar” støðuna so hann framhaldandi kann liva eitt gott, innihaldsríkt og sjálvstøðugt lív við sjúkuni ella brekinum.

 

Tað, at ein persónur samstundis bæði skal viðurkenna kensluna í samband við tað ein hevur mist og sorgini í fylgir við, og vónina um at klára at skapa eitt nýtt lív við lívsgóðsku, kann kensluliga vera ógvuliga tyngjandi. “Meistringin” verður tí vegurin, ið stig fyri stig skapar nýggjar lívsmyndir og endurskapar kontrol. “Meistring” snýr seg tí í høvuðheitum um at hava eina kenslu av at ein hevur áræði og styrki at møta avbjóðingum, umframt eina kenslu av at hava kontrol yvir egnum livi.

 

Kontol er lyklaorðið í allari “meistring”. Fyri at tann einstaki persónurin kann fáa kensluna av at hava kontrol, er umráðandi at finna styrki og kunnleika, sum tann einstaki ber í sær. Umráðandi er tí, at fakfólk og onnur, ið varða av hjálpa til við at menna hesar dygdir enn meira.

 

Kunning, vegleiðing og undirvísing er ein ógvuliga týðandi partur av allari viðgerð í samband við varandi sjúku og brek. Tann einstaki hevur brúk fyri neyðugum kunnleika, men enn meira umráðandi, er at tann einstaki kann seta spurningar, reflektera yvir egnu støðu og finna svarini sjálvur, uttan at fáa tey givin.

 

Higartil hevur tað verið soleiðis, at tað í stóran mun hevur verið medisinska viðgerðin, ið hevur verið stýrandi, men medisinska viðgerðin kann langt frá loysa allar heilsutrupulleikar. Heilsustarvsfólk eru fakkompetent, meðan aðrir sjúklingar/brekað og teirra avvarðandi hava kunnleika um hvussu trupulleikar í gerandisdegnum kunnu loysast. Tí er altavgerandi, at øll undirvísingar- og læringstilboð verða gjørd í einum samstarvi millum brúkara og fakfólk.

 

Tíverri er øll undirvísing og vegleiðing í samband við varandi sjúku og brek als ikki eitt raðfest øki. Limafeløgini hava í nógv ár víst á stóra ónøgd hesum viðvíkjandi. Hettar er eisini í tráð við tað sum “Sjúklinganøgdsemiskanningin” frá 2007 av føroyska heilsuverkinum vísir, serliga tá umræður at fyrireika fólk við varandi sjúku ella breki til eina broytta tilveru við lívsgóðsku.

 

Higartil hevur tað verið soleiðis, at tað stórt sæð bert hava verið ymsu limafeløgini í MBF, ið hava skipað fyri viðkomandi fyrilestrum og skeiðum fyri fólki við varandi sjúku  ella breki og teirra avvarðandi. MBF er tó av tí áskoðan, at øll upplýsing og læring er ein náttúrligur og sera neyðugur partur av allari viðgerð, og tí halda vit, at øll upplæring av sjúklingum og teirra avvarðandi eigur at vera ein almenn uppgáva.

 

MBF er gjøgnum norðurlendskt samstarv gjørt varugt við eina nýggja skipan við Lærings- og mestringscentrum á norsku sjúkrahúsunum. Hesi Center hava sum uppgávu at skipa fyri ymsum átøkum fyri at sjúklingurin í best møguligan mun kann klára nýggju tilveruna sum varandi sjúkur  ella brekaður. Hettar gera tey við m.a. at skipa fyri skeiðum, sjálvhjálparbólkum og undirvísing av ymsum slag, bæði fyri sjúklingar og teirra avvarðandi.  Øll undirvísing byggir á støðuna sjúklingurin er í, og tí eru bæði brúkari og fakfólk við í allari tilrættalegging og undirvísing.

 

Umboð frá MBF hava nú verið í Norra fyri at hyggja nærri at hesi skipan. Út frá tí eru vit sannførd um, at hettar er ein sera góð og fíggjarliga bílig skipan. Tað er tí okkara vón at føroyska heilsuverkið vil taka hesa skipan til sín, nú ætlanin er at betra kunningarstøðið í sjúkrahúsverkinum.

 

Fyri at seta føroyska heilsuverkið inn í hesa skipan, ætlar MBF at skipa fyri einum skeiði um hettar evnið. Skeiðið fer at venda sær til leiðslurnar á føroysku sjúkrahúsunum og í Nærverkinum. Til skeiðið er ætlanin at fáa fólk úr Norra, ið hava royndir á hesum øki, at koma til Føroyar at kunna um skipanina og um teirra royndir annars.

 

 

 

 

 

 

 

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita