Rúmligur arbeiðsmarknaður

Lívsneyðugt at arbeiða. Sjónarmið úr síðsta MBF blaðnum...........

Arbeiði er fyri fyritíðarpensionistar ein treyt fyri lívsdygd og nøktandi livikorum. Í føroyska samfelagnum verður ein mettur eftir, hvat arbeiði hann ella hon hevur. Tað er eitt hitt fyrsta, sum fólk spyrja um. Tað er tí ein ring kensla at noyðast at siga: Einki. Eg eri bara fyritíðarpensionistur. M.a. soleiðis lýsa fyritíðarpensionistar týdningin av at hava eitt arbeiði

Tað at hava eitt arbeiði hevur ómetaliga stóran týdning fyri fólk. Bæði so og so. At hava nakað at fara til. At kenna seg sum ein part av samfelagnum. At vera sum fólk flest. At lata sítt íkast til samfelagsmenningina. Týdningurin av at hava eitt arbeiði er ikki minst tengdur at sjálvkenslu og sjálvsvirðing. Í livikorkanningini siga fyritíðarpensionistar sjálvir frá hvønn týdning arbeiði hevur fyri tey.

Hóast fólk hava mist meginpartin ella allan arbeiðsførleikan, er arbeiði framhaldandi ein neyðugur partur av einum vanligum gerandisdegi. Kanningin vísir greitt, at arbeiði er fyri fyritíðarpensionistar ein treyt fyri lívsdygd og nøktandi livikorum og harafturat uppliva fleiri eisini, at arbeiði er ein treyt fyri at vera eitt viðurkent menniskja í føroyska samfelagnum. Tey ynskja, at arbeiði skal vera áhugavert og geva meining, ikki bert fyri ein sjálvan, men fyri alt samfelagið.

Virdur samfelagsborgari
Í kanningini greiða fyritíðarpensionistar frá hvønn týdning tað hevur at fáa møguleikan at brúka síni evni og fakliga førleika sum als ikki hvørvur, hóast likamligi førleikin svíkur. Mangan eru fólk so illa sperd av at fáa fyritíðarpensión, heldur enn at arbeiða, at tey ikki fara út um dyrnar í arbeiðstíð, tí tey skammast um sína støðu. Onkur hevur eisini trupulleikar av at møta fyrrverandi arbeiðsfelagum, tí tað kenst so mannminkandi ikki at vera ein av teimum.

Ein annar og sera avgerandi týdningur, sum fyritíðarpensionistar leggja í at arbeiða, er at skapa virðir fyri samfelagið, tí tey halda, at hetta er keldan til viðurkenning. Fær ein ikki høvi til at vera til gagn fyri samfelagið, kennist tað sum at vera útistongdur, bæði fíggjarliga og sosialt. Arbeiði tykist soleiðis at vera ímyndin av luttøku og einum virknum samfelagslívi, og fellur ein frá, uttan at nakað annað kemur í staðin, ávirkar tað í stóran mun hugmyndina av, hvør ein er í tí stóra høpinum.

Fyrimynd hjá børnunum
Í eins stóran mun tað hevur týdning fyri ein sjálvan, hevur tað týdning fyri familjuna og familjulívið at ein hevur arbeiði. Ikki bert í fíggjarligum týdningi, men eisini í týdninginum av at vera ein fyrimynd fyri børnini.

Fleiri meta tað at vera umráðandi fyri børnini at kunna vera errin av sínum foreldrum og síggja upp til teirra sum ein fyrimynd. Ikki minni týdning hevur tað fyri børnini at kunna svara spurninginum frá fólki, hvat mamman ella pápin gera. Tá er mangan svárt at svara, at tey gera einki. Øll onnur skulu av húsum um morgunin, annaðhvørt í skúla ella til arbeiðis. Tá kennist tað løgið og sorgarfult ikki at skula til arbeiðis eins og aðrir menn, sigur ein pápi, sum soleiðis lýsir kensluna av at noyðast at vera heima.

Svárt at missa tilknýti
Ein partur av fyritíðarpensionistunum hevur ongantíð havt høvi til at koma á arbeiðsmarknaðin, og so er ein annar partur, sum, orsakað av sjúku ella vanlukku, hava mist tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. At missa tilknýti til arbeiðsmarknaðin er sera svárt.

Kanningin fevnir eisini um hvussu arbeiðspláss handfara støðuna hjá tí, sum hevur verið fyri sjúku ella vanlukku, og tað er ógvuliga ymiskt. Nøkur fáa lættari arbeiðsuppgávur og fáa møguleika at arbeiða niðursetta tíð, men tey flestu gevast at arbeiða, tí tey eru fallin fyri sjúkrafráveruregluni, ella at tey ikki longur orka at gera tað, tey eru sett til. Ásannað verður, at eingin ítøkiligur starvsfólkapolitikkur tykist vera, sum stuðlar undir eitt framhaldandi tilknýti til arbeiðsplássið, hvørki á almenna ella privata arbeiðsmarknaðinum. Sagt verður, at í flestu førum spæla yrkisfeløgini ongan leiklut, men nøkur yrkisfeløg veita tó vegleiðing og hjálpa við umsóknum til pensión, skaðaendurgjald og eftirløn.

Ov lítil vegleiðing
Kanningin ásannar m.a., at eingin myndugleiki er, sum traðkar til og bjóðar til eina kunnandi samrøðu, ella hjálpir tí einstaka og familju hansara at handfara hesa stóru broyting á lívsleiðini. Og tað er eingin, ið viðger spurningin um framtíðar tilknýti til arbeiðsmarknaðin, hvørki arbeiðsgevari, Almannastovan ella yrkisfelag. Og eingin tænasta er, ið gevur ráð ella vegleiðing um, hvussu tilveran sum fyritíðarpensionistur á besta hátt verður tilrættaløgd.

Soleiðis tykist størsti trupulleikin í tilgongdini frá at vera virkin á arbeiðsmarknaðinum, til at vera fyritíðarpensionistur, at ein ikki veit nóg mikið um, hvussu henda støðan skal gagnnýtast á besta hátt fyri at fáa eitt gott lív, verður sagt.

Verkætlanir tróta
Alt meðan arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, sita nógvir fyritíðarpensionistar heima, hóast teir heldur enn fegnir kundu hugsað sær eitt hóskandi arbeiði. Saknurin av einum sosialum tilknýti, starvsfelagum og einum skipaðum gerandislívi ger seg galdandi. Sambært kanningini sita hesi fólk heima, og hava eina fakliga vitan og royndir, sum tey meta framhaldandi eigur at koma teimum sjálvum og samfelagnum til góða. Men tey fáa ikki høvi til at bjóða sína arbeiðsorku fram, og hon verður heldur ikki umbiðin.

Nýggja heimasíðan hjá ALS gevur tó ein ávísan møguleika, men annars verða fá ella eingi størv lýst leys til fólk við skerdum arbeiðsførleika, og tí er trupult at vita, hvørjir møguleikarnir eru. Fyritíðarpensionistar meta, at einasta gongda leiðin at bøta um hesa støðu er, at tað almenna, í samstarvi við arbeiðsmarknaðin, átekur sær ein størri leiklut, m.a. við verkætlanum og vardum størvum.

Eingin uppsøkjandi tænasta
Sambært kanningini tykist greitt, at flest allir fyritíðarpensionistar, sum hava fingið eitt arbeiði, hava útvegað sær tað sjálvir. Tey, ið hava vard størv, hava fingið Almannastovuna at skipa fyri. Tað er eingin uppsøkjandi tænasta, ið gevur tilboð um vard størv, stuðlar undir ella eggjar til at fara á arbeiðsmarknaðin. Í kanningini verður víst á felagið ALV sum eina tænastu, ið eggjar til virksemi, men fleiri vilja vera við, at tey eru ikki málbólkurin fyri hesa tænastu.

Fyritíðarpensionistar meta, at tað eru landið og kommunurnar, ið eiga at ganga á odda fyri at bjóða vard størv fram, tí, gera tey ikki tað, kann eingin vænta, at privati arbeiðsmarknaðurin skal taka tílík stig.

Vard størv
Skipanin við vardum størvum er í høvuðsheitum ein góð skipan, men virkar, sambært kanningini, ikki nóg væl. Sagt verður, at teir meinbogar, ið tykjast vera í skipanini við vardum størvum, sæð úr sjónarhorninum hjá fyritíðarpensionistum, eru, at fyritreytirnar fyri setanini ikki altíð eru nóg greiðar, og hetta  kann føra til misskiljingar. Ein annar veikleiki er, at tann myndugleiki, ið fær starvið í lag, sum í hesum føri er Almannastovan, ikki fylgir starvssetanini upp, og vísir áhuga fyri gongdini hjá tí einstaka. Ein tílík uppfylging kundi m.a. forðað fyri, at smáir trupulleikar steðga einari annars positivari tilgongd.

Niðurstøðan í kanningini um vard størv er, at hetta er ein góð loysn. Serstakliga um henda skipan er smidlig og væl tilrættaløgd. Fyri arbeiðsmarknaðin kann tað m.a. eggja til at vera opin, serstakliga um endurgjald verður latið fyri at skapa teir neyðugu karmarnar.

Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
At verja borg er altíð neyðugt.
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita