At verja borg er altíð neyðugt.


Forkvinnan skrivar í MBF blaðið 2010.



At verja borg er altíð neyðugt.

Vit hava í Føroyum fingið ein mannarættinda sáttmála, ið skal verja rættindini hjá fólki við breki. So er spurningurin, um MBF nú kann bretta sær afturá og hvíla á sigurskransinum, og um vit nú kunnu rokna við, at nú loysa málini og ymsu  trupulleikarnir seg sjálvir. 
Nei, er mítt svar, tí tað er ongantíð meiri brúk fyri okkum enn akkurát nú, at verja borg.
Vunnin rættindi og góðar skipanir, ið skulu javnseta borgaran við breki, so hann kann liva á jøvnum føti við aðrar borgarar í Føroyum, er ongantíð nakað vit skulu rokna við er varandi.

Tíðir skifta og fíggjarliga orkan í landinum broytist ár frá ári. MBF má framhaldandi verða á vakt og rópa varskó, tá okkara rættindi verða hótt og okkara skipanir verða hóttar við ov ógvusligum sparingum.

Vit hava seinastu tíðina sæð yvirskriftir í bløðunum og útsagnir frá politikarum um  teirra ætlanir, at spara á ymiskum økjum. Tílík boð gera fólk ótrygg, tá tað í dag verður meldað okkurt út, fyri síðan í næstu viku at taka hóttina aftur. Hetta er ikki haldbart fyri fólk, sum eru tengd at ymiskum tilboðum  vegna sítt brek, at kenna óvissu um sína framtíð.

Eg kann vísa á, hvat hendir nú sparast skal á landsins fíggjarlóg. Politiskt verður meldað út, at  ymsu stovnarnir skulu spara eitt ávíst prosent. Hetta verður so gjørt við, at skerja ein part av ymisku játtanunum til ráð og stovnar rímiliga javnt. Og tað rakar meint, tí tílík skerjing ger at tilboð, ið skulu hjálpa borgaranum at fáa eitt gott og virkið lív, á allan hátt verður skert.
 
Eitt nú tá sambýli mugu skerja starvsfólkatalið, inniber tað at í summum førum verður bert rúm fyri einari kvøldvakt og ger tað, at búfólk ikki kunnu luttaka í stórvegis virksemi um kvøldið, við m.a. at fara í biograf, í kvøldskúla ella líknandi, tí tann eina kvøldvaktin má verða inni á sambýlinum hjá teimum,  sum ikki kunnu fara út.

Ella sjúkrahúsini, ið mugu útseta viðgerðir og tískil verða fólk sera illa fyri tí teirra viðgerð má bíða eftir at nýtt fíggjarár byrjar. Somuleiðis kann eg nevna, at í áravís hevur verið tosað um at seta á stovn endurvenjingartilboð til fólk við varandi breki, men enn hava vit onki sæð til at pengar verða settir av til hesa ætlan.

Eitt annað sparitiltak, ið vit eru vitni til, eru egingjøld. Tað síðsta var egingjaldið,  sum var lagt á hoyritól, sjálvt um vit eiga at virða meginregluna um, at fólk ongantíð skulu hava meirútreiðslur av sínum breki.

At enda kann eg nevna lógaruppskotið um at spara burtur alla javning av fyritíðarpensión uppá 3 %.  Javningin, sum skal leggjast uppá fyritíðarpensiónina hvørt ár, so hon veksur í tráð við, at allar aðrar útreiðslur økjast í samfelagnum, dettur sostatt burtur í 2011. Hetta er eitt gott dømi um, ótryggu støðuna fyritíðarpensiónisturin er í, tí at hann alla tíðina er prísgivin politiska viljanum. Meðan aðrar lønarsamráðingar fara fram, sum skal tryggja fólki ein lønarvøkstur, tekur man við lóg   “lønarvøksturin” burtur frá einum bólki, sum frammanundan er sera illa fyri. Hetta halda vit  í MBF er harmiligt.

Tílíkar politiskar ætlanir, at klípa eitt sindur her og eitt sindur har, kunnu syndra góð tilboð, ið skulu geva fólki ein góðan og liviligan dagligan dag.

Tað er givið, at tá ein stovnur skal spara nógvar milliónir, tá má tað ganga út yvir tænastustøðið. At siga at sparingar ikki skulu raka tann einstaka borgaran er burturvið.

Jú enn er brúk fyri, at MBF vísir á skeivleikar, og er við til at minna politikarar á, at teir hava bundið seg til at halda ST sáttmálan um rættindi einstaklinga ið bera brek. MBF vil altíð verða ein virkin felagsskapur, ið vil royna at verja borgaran við breki.



Leila Solmunde, forkvinna
 

 
 



Oddagreinin í MBF-blaðnum, fegnast um lóg um arbeiðsfremjandi tiltøk. 16-04-13
Pallborðsfundur26. sept. 2012
Carita Björklund er nýggja forkvinnan í MBF18. sept. 2012
Oddagrein MBF-blaðið06. sept. 2012
Leiðarin MBF blaðið
MBF 30 ár
Orðaður Bústaðarpolitikkur
Ársfrágreiðing
Leiðarin í MBF blaðnum
Allur áhugi kann tæna endamálinum
Bústaðarpakkin
Bygging av íbúðum til Sinnisveik
Public service -ein tæntasta fyri øll
Raðfestið betri kunningarstøði
3. dec er alheims handicapdagur
Søgan endurtekur seg.
Hoyringssvar um broyting
Hoyringssvar til uppskot um broyting
Formansfrágreiðing
Herðaklapp til Snorra
Hvar bleiv menniskja av í øllum hesum?
Hugleiðing frá MBF ráðstevnu um sektorábyrgd
MBF áskoðan á bústaðir
Á Vitjan.
Politiskt drál
Sektorábyrgd
Sektorábyrgd
Prosjekt -"Handicapmainstreaming"
Fyritíðarpensjónin kann fáa lemjandi afturstig.
ST- sáttmálin- Forkvinnan skrivar
Formansfrágreiðing
Yvirlýsing
Tíðindaskriv
Skeiv kós at tvangsflyta fólk
Mannarættindi
Verjulógin óvirðilig
Niels Egelund, professari
Hvar skal skerjast?
Óheppið signal at senda
Altjóða dagur teirra brekaðu
Frá Ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum
Strandferðslan gjørt parkeringsbásar fyri rørslutarnað
Bústaðarviðurskiftir18.06.08
Ferðing við Strandferðsluni
Jarvin Feilberg Hansen, formaður18.06.08
Ymiskur fakførleiki krevst.
Tvørfakligt samstarv.
Sólgerð Leivsdóttir, avvarandi18.06.08
Eftirviðgerð08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Formansfrágreiðing08.05.08
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Eri eg borgari ella eri eg brúkari
Livikor og brek
Altjóða handikappdagur
Etiskur móti og etiskur vilji
Valsendingar, teksting og tulking
Er demokratiið fyri øll02.07.07
Framtíðar bygging í Føroyum
Átakið hjá Løgtingsins umboðsmanni kærkomið
Sjúkrahúsálitið
Visjón 2015 sæð frá øðrum sjónarhorni
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita