Sambært lesarabrævi hjá SU
Tann 3 desember 2010 sum var Altjóða dagur teirra. ið bera brek, hevði sosialistiska ungmannafelagið SU eina grein í bløðunum, har felagið viðgjørdi og vísti áhuga fyri at viðgera støðu teirra í bera brek í Føroyum.
Má siga at tað var ein góð kensla, at sita og lesa eitt lesarabræv skriva av einum av okkara komandi politikarum, og at hesi hava tankar um hvussu tey vilja viðgera støðuna hjá fólki við breki í framtíðini.
At politisk ungmannafeløg taka støðu teirra brekaðu upp til viðgerðar, er sera positivt fyri okkum sum virka á økinum og arbeiða fyri rættindum hjá hesum bólki av fólki. Tað eru jú limir í politisku ungmannafeløgunum, sum eru okkara komandi politikarar, og tí fegnast vit um, at eitt teirra SU vísir áhuga og ger ætlanir hvørju mál tey vilja raðfesta at virka fyri komandi tíðina.
MBF hevur í 2011 valt at seta fokus á bústaðarmøguleikar hjá fólki við breki, og fegnist eg um sitatið frá lesarabrævinum:
Vit í SU meina, at okkara fyrsta mál eigur at vera, at einki vaksið fólk, ið ber brek, eigur at búgva heima hjá foreldrunum orsakað av, at tað ikki er nakað hóskandi bústaðartilboð. Hetta er ikki virðiligt hvørki fyri tann, ið ber brek, ella foreldur teirra. Hetta er eitt stórt mál, men eigur ikki at vera ógjørligt, um viljin er til staðar.
Tað kann bara gagna málinum, at tit sum ungmannafelag stinga tykkum eina kós á hesum økinum. Lat okkum virka saman fyri vísa vilja og fyri at tæna endamálinum.
Nógv ung fólk við breki vilja eins og øll onnur ung í Føroyum hava útbúgving, arbeiði og ein bústað.
Fleiri ið vilja virka fyri hesum, skjótari broytist hugburður og rák í samfelagnum.
Sum okkara komandi politikarar eiga tit at verða við til at skapa henda hugburð. Vit fegnast um tykkara áhuga og síggja fram til at samstarva við tykkum um bústaðir til fólk við breki í framtíðini.
Leila Solmunde, forkvinna í MBF