MBF meinar
Handikappolitikkur er samfelagspolitikkur Grundarlagið undir øllum handikapparbeiði og treytin fyri einum góðum samfelag er, at øll menniskju hava sama virði. Eitt samfelag hevur ábyrgd av øllum borgarum. Myndugleikarnir hava økisábyrgd , har mál verða viðgjørd á røttum staði.Fólk, ið bera brek, ynskja ikki frammíhjárættindi, men somu møguleikar sum øll onnur.