Almannapolitikkur
Handikappolitikkur er meira enn sosialpolitikkur, men fyri mong er sosialpolitikkur sera umráðandi fyri at fáa gerandisdagin at hanga saman. MBF arbeiðir fyri at tryggja fólki við breki hóskandi inntøkumøguleika, sum kann hjálpa teimum til eitt gott og sjálvstøðugt lív- sama, hvussu arbeiðsførleiki teirra er. Men sosialpolitikkur umfatar eisini endurgjald fyri útreiðslur, ið standast av brekinum umframt bústaðir, rættartrygd, heimahjálp og stuðulsskipanir.Hetta kanst tú lesa meira um í okkara politikpappírum, tíðindaskrivum, hoyringssvarum og viðkomandi greinum.