Minningarorð um Leilu Solmunde

 Sama rætt

- men ikki framíhjárætt

Hesin var høvuðsboðskapurin hjá Leilu Solmunde. Eldsálin, sum av øllum alvi stríddist fyri at bøta um viðurskiftini hjá fólki, sum bera brek. Átta ár untist henni sum forkvinna í MBF til hon 10 mars í ár mátti lúta fyri sjúku

-Tað, sum er ein sjálvfylgja fyri flestu fólk, er als ikki nøkur sjálvfylgja fyri okkum, sum bera brek. Vit ynskja ongan framíhjárætt,  men sama rætt sum onnur.

Tað var greiði boðskapurin hjá Leilu á ráðstevnu, sum MBF á heysti 2009 skipaði fyri í sambandi við ST-sáttmálan um vernd og rættindi teirra brekaðu, sum tá varð settur í gildi í Føroyum. Tað var eisini júst hetta yvirskipaða sjónarmið sum hon hevði sett sær og virkaði fyri. Av stórum týdningi fyri at røkka hesum sjónarmiði var hesin sami ST-sáttmáli, sum lat bíða eftir sær í mong ár, og sum ST umsíður samtykti beint fyri jól í 2006, og sum løgtingið stívliga tvey ár seinri samtykti at seta í gildi her í Føroyum. Leila frøddist almikið um hetta stóra frambrotið, soleiðis at fólk við breki tá gjørdist ein fullgildugur partur av Føroya fólki, sum Leila tók til.

Men undan hesum degi lá eitt drúgt og miðvíst arbeiði á mongum økjum. Leila var ikki meira enn komin í formanssessin til hon, saman við nevnd felagsins, gjørdi av, at MBF skuldi hava sítt egna blað til tess at vísa á tørv og ætlanir, og gera sjónarmið teirra sjónlig, og soleiðis røkka teimum, sum taka avgerðir. Men ikki minst at røkka vanliga føroyinginum, soleiðis at ein hugburðabroyting kundi fara fram millum fólk mótvegis teimum, sum bera brek. Fyrsta blaðið kom út 3. desember í 2004, á sjálvum alheimsdegi teirra brekaðu, og er síðani, uttan íhald, komið út tvær ferðir um árið.

Atkoma í breiðastu merking lá alla tíðina ógvuliga frammaliga hjá Leilu. Her vildi hon eisini hava ítøkilig úrslit, og ikki lá hennara partur eftir í so máta. Dúgliga ferðaðist Leila kring landið og vitjaði m.a. kommunur og stovnar. Hetta fyri at hon sjálv kundi fáa eitt gott innlit í hvussu til stóð, og harvið hvat og hvussu bøtast kundi um. Júst hetta at koma við ítøkiligum uppskotum um loysnir, heldur enn bert at finnast at, var hennara eyðkenni. Eitt dømi um hetta sama var, tá hon ferðaðist í Suðuroynni, har hon sjálv var fødd og uppvaksin, fyri at kunna seg um ferða- og upplivingarmøguleikar í náttúruumhvørvi fyri rørslutarnað. Eftir hesar ferðir gav MBF

út bókling, har víst var á ymiskar tvørleikar, og ikki minst hvat ið kundi gerast fyri at bøta um. Júst hesin bóklingur hevur síðani verið eitt gott amboð hjá myndugleikunum, sum hava tikið mong av hugskotunum hjá Leilu til sín.

Bólkurin av fólki, sum bera brek, hevur ein sera ymiskan bústaðartørv. Her hevur føroyska samfelagið lítið at breggja sær av, men við áhaldandi stríði frá MBF og felagsins talskvinnu, tykist nú at bragda. Ferð eftir ferð tóktust glottar, men sum hvørja ferð gjørdust vónbrot. Men Leila gavst ikki at vísa á stóra tørvin fyri alternativum íbúðarmøguleikum, og tað er ikki minst hennara áhaldandi stríði at takka, at nú tykist  gongd  at vera komin á.

Tað er so ómetaliga nógv sum kundi verið sagt um virksemið hjá Leilu og hennara royndir at bøta um viðurskifti hjá fólki sum bera brek. Taka vit okkurt afturat úr rúgvuni, kunnu nevnast hennara sjónarmið um ungdómsútbúgvingar, har hon vísti á ásetingarnar í ST-sáttmálanum sum skulu tryggja, at fólk, ið bera brek, fáa møguleika til hægri lestur á jøvnum føti við onnur.

At føroyskir fyritíðarpensionistar kundu havt betri umstøður, hava flest øll verið greið yvir, men lítið ítøkiligt hevur verið at víst á. Tí skipaði MBF, saman við Granskingardeplinum fyri Økismenning, fyri eini livikorðskanning, sum staðfesti, at korini hjá fyritíðarpensionistum eru als ikki nøktandi. Nú var tað í hvussu er ítøkiliga staðfest. –Áður høvdu vit varðhugan av einum og øðrum. Nú hava vit fakta at halda okkum til, var niðurstøðan hjá Leilu. Eyðkent fyri Leilu. Sakligt og undirbygt at fara til verka.

Leila hevur lagt nógv eftir sær til frama fyri tey fólk, sum eru ringast fyri í samfelagnum. Hetta á sín sermerkta hátt. Hon setti ikki seg sjálva í fokus og kundi tykjast lítillátin. Við síni rættvísiskenslu sum barlast, hevði hon sínar hugsjónir, sum hon altíð siðaliga, jaliga og væl undirbygdar bar fram. Leila varð hoyrd og vird av høgum sum av lágum.

Í dag eru orð fátøk og tómrúmi stórt. Størstur er saknurin hjá Mouritsi og tykkum øllum  nærmastu. Vit í MBF  hava mist ein góðan starvsfelaga og vin, sum vit virdu høgt og høvdu stórt álit á, og okkara ynski skal vera, at MBF framvegis fer at virka í tí anda, sum var sereyðkenni fyri Leilu.

                                                                Starvsfelagarnir í MBF

 


Kjakfundur í Løkshøll 03. juni kl. 18.0022-05-13
Tíðindaskriv14-05-13
Kunning um handikapskelti tá ferðast skal uttanlands08-05-13
Tíðindaskriv frá Aðalfundinum hjá MBF 2. mai 201308-05-13
MBF fær aftur í ár ein part av veddingarpengunum.29-04-13
Arbeiðsfremjandi tiltøk - eitt nýbrot fyri fólk við skerdum arbeiðsførleika.17-04-13
Maria Gardseter vitjar MBF04-04-2013
Sera væl eydna tiltak var í Miðlahúsinum tann 18. mars25-03-13
21. mars var Altjóða Down Syndrom dagur.21-03-12
Tíðindaskriv frá Almannaverkinum og Rehabiliteringsbólkinum.20-02-13
Vanlukkutrygging til øll.28-01-2012
Fyrilestur við Jegvan Bæk í MBF-húsinum07-02-2013
Ein heiðurlig viðurkenning til Leilu Solmunde, sála06-12-2012
Altjóða Handikappdagur 02. des. 2012 16-11-2012
Fyrsta ítøkiliga verkætlanin hjá nýggja Húsalánsgrunninum06. sept. 2012
Nýggjar avreiðslutíðir hjá MBF31. aug. 2012
Nýggjur leiðari í MBF02. aug. 2012
MBF fær nú burtur av veddingarpengunum29. mai 2012
Kunning um handikapskelti tá ferðast skal uttanlands08-05-13
Carita Bjørklund, nýggj forkvinna í MBF
Aðalfundur hjá MBF
Alzheimerfelagið skipar fyri ráðstevnu á Hotel Føroyum
Alzheimerfelagið
Eitt stig á vegnum
nýggja MBF blaðið er komið
Eyðun Morh Hansen
Petra Johnsdóttir Joensen
ST sáttmálin
Altjóða handikappdagin 3 dec.
Bókin: Søgan um OKKUM
Løgtingsval 2011
Løgtingsvalið er fyri øll
Spennandi fyrilestur við René Nielsen
Innbjóðing
MBF 30 ár
Kunning
Fólkatingsval
Evner i fokus
Býbussarnir atkomuligir
Hvat høvdu míni foreldur gjørt
Durita Dybczak sigur við MBF blaðið
Tryggingarfelagið Føroyar stuðlar MBF
Stirvnir formligir karmar
Menn førleikar og sjálvsálit
MBF blaðið nr 1 2011
Barbara á Tjaldrafløtti
Rehabilitering er ein góð íløga.
Býarbókasavnið góða tænastu
MBF blaðið spyr.
MBF blaðið tosar við LÌV.
MBF blaðið komið
MÍN meining MÍN stemma
Institut for menneskerettigheder í Danmark
Mítt HEIM
Kapping um handicapvinarligasta bý í ES
MBF blaðið er komið.
Tíðindaskriv frá felagnum fyri hoyribrekað í Føroyum
Barbara á Tjaldrafløtti skrivar:
Stevie Wonder útnevndur ambassadørur
Halda feriu á Bornholm?
Handi-travel-info til Føroya
MBF havt aðalfund
Kjakfundur um Public Service Sáttmálan
Væleydna tiltak á Seglloftinum
Aðalfundurin hjá MBF
MBF tiltak á Seglloftinum Tórskvøldi kl. 19.30
Nordens velfærdscenter
Tá ilt gerst verri!24.02.10
Ráðið fyri Brekað18.02.10
Drunnin í februar
Okkum tørvar ein endurbúgvingarstovn
Kunngerð um atkomuviðurskifti.
Ráðið fyri Brekað
Tað snýr seg um at taka ábyrgd.
Drunnin í December
Tilfar frá Ráðstevnuni
Ferðing!
"Drunnurin" á fyrsta sinni.
MBF ráðstevna í Norðurlandahúsinum 8. okt
Drunnurin
ST sett serligan rapportør fyri fólk við breki.
Barcelona!
Grein úr nýggjasta MBF blaðnum
Grein úr nýggjasta MBF blaðnum
Grein úr nýggjasta MBF blaðnum
ST sáttmálin um rættindi einstaklinga ið bera brek
Eftirútbúgving er ein fyritreyt.
Ikki nokk við "intuitión"
Bústaðarpakkin fyri Tingið
ST sáttmálin um rættindi einstaklinga, ið bera brek
Aðalfundurin hjá MBF
Fólk við breki búgva ofta trongligt
Størri ávirkan á egið lív við nýggjari tøkni.
Ráðið fyri Brekað
MBF blaðið er komið
Vard størv spard burtur fyrst.
Faldarin "til foreldur at barni við breki"
Svøríki hevur sett ST sáttmálan um vernd og rættindi teirra brekaðu í gildi.
Down syndrom: fleiri børn fødd í Bretlandi enn í Danmark
Árliga frágreiðingin 2007
Tíðindaskriv frá Ráðnum fyri Brekað
MBF skipar fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum
Hjálp á flogvøllinum
ST sáttmálin sendur til hoyringar21. sep.08
EIK stuðlar MBF
Tríggjar ráðstevnur um ST sáttmálan
ST-sáttmálin um rættindi teirra brekaðu
Ólavsøkukonsertin atkomulig
Tímar til børn við serligum tørvi skerdir komandi skúlaár
Down syndrom: færri børn fødd
MBF havt Aðalfund
Ráðið fyri Brekað latið ársfrágreiðing fyri 2007
Biddari ella borgari08.03.08
Landsstyrismaðurin sett Ráðið fyri brekað
Rúmligur arbeiðsmarknaður
Handicappede fanget i uddannelsesfælde
Lesifrálæra til lærarar
Fólk við breki og arbeiðsmarknaðurin
Mannarættur at velja sín egna bústað
"Den paradoksale tro"
Kronikkur úr Berlinske
Ráðgeving týdningarmikil
Atkoma fyri blind og sjónveik
Hoyribrek og val
Í Vestmanna skal veljast í Ítróttarhøllini í framtíðini
Misvísandi søla av kalendara í MBF navninum
Atkoma til folkatingsval
Deyv møguleika at fylgja við folkatingsvalinum
Etisk støðutakan í politisku flokkunum?
Atkoma og æstetikkur 06.10.07
Arbeiði at viðgera ST sáttmálan byrjað29.09.07
Livikorskanning av Fyritíðarpensjonistum
Sektorábyrgd
Alt fleiri fólk við breki
Ráðstevna um ST-Konventiónina í Oslo
Ráðstevna um ST sáttmálan
Norðurlendsk Yvirlýsing
Tíðindabræv

Melda til tíðindabræv:


Tilmelda

Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) ▪ Íslandsvegur 10 C ▪ 100 Tórshavn ▪ Tel +298 31 73 73 ▪ Fax +298 31 08 13 ▪ mbfmbf.fo
Ment, forritað og sniðgivið hava Sansir  - Innrita