Hví kann eg ikki sleppa inn ?.......................
Soleiðis spyrja allir okkara borgarar, sum nýta koyristól, hvørjaferð tey renna seg í forðingar, tað kann vera trappur, ov høgar gáttir, ov smalar hurðar osfr. Og svarið er, at enn hevur eingin gjørt tað til sjálvfylgju, at øll skulu kunna luttaka í samfelagnum, antin tað er í vanliga gerðandisdegnum ella á arbeiðmarknaðinum.
Men nú eru glottar at hóma. Innlendismálaráðið hevur í eina tíð arbeitt vid reglugerð, sum skal tryggja, at øll sum sita í koyristóli, kunnu fáa frítt at fara.
Ráðið fyri Brekað fegnast um hesa avgerð og vónar, at reglugerðin verður sett í verk fyrsta dagin.
Fakta box:
- ST hevur ásett altjóða handicapdagin
- Á ST høvudsborgini í New York verður skipað fyri ráðstevnu um brekasáttmálan í dag
- Áleið 350 milliónir fólk bera brek í heiminum.
- Um allan heim verður varpað ljós á vidurskifti teirra brekaðu í dag
Vegna Ráðið fyri Brekað
Barbara á Tjaldrafløtti, forkvinna