Hvussu kanst tú vita, hvønn tú skalt velja, tá tú ikki hoyrir tað, tey siga?
Við royndunum frá fólkatingsvalinum aftan fyri okkum og einum løgtingsvali fyri framman er hóskandi at spyrja: hvussu kann politiska upplýsingin til brekað gerast betri?
Tað er torført at fáa innlit í politisk viðurskifti, tá hoyrnin svíkur. Tá er ringt at kunna fylgja við í politiskum orðaskifti.
TÍÐINDI OG KJAK
Øll politisk støðutakan byrjar við gerandisligum tíðindum og kjaki. Flestu borgarar fáa kunning um politisk viðurskifti gjøgnum útvarp og sjónvarp, men hoyribrekað eru útistongd frá øllum tí gerandisliga politiska kjakinum, tí tey ikki klára at fylgja við í útvarpi og hoyra ikki tað, ið sagt verður í sjónvarpi. Tí er verri hjá einum hoyribrekaðum yvirhøvur at fáa sær eina politiska meining.
TEKSTUR Á SJÓNVARPIÐ
Valsendingarnar eru kunnandi og eiga at venda sær til allar veljarar, men hoyribrekað og deyv fáa ikki hesa kunning. Har krevst fyrst og fremst teksting á sjónvarpi í breiðari merking. Sum minsta mark mugu tíðindasendingar tekstast og tað átti at veri ásett við lóg, at valsendingar vera tekstaðar. Alt annað er ódemokratiskt!
HOYRNARLYKKJUR
Politiskur áhugi byrjar í nærumhvørvinum, tí eiga allir býráðssalir at hava hoyrnarlykkju!
Umleið tíggindi hvør føroyingur hoyrir ikki nóg væl og talið er vaksandi. Vit vita, at tað tekur ár frá tí, at brekið byrjar at níva og til fólk leita sær hjálp. Tað sama má vera galdandi hjá teimum, sum á valdinum sita. Hoyrnarlykkja eigur sjálvandi at vera í tingsalinum til gagns fyri tingfólk og áhoyrarar. Vit vilja somuleiðis heita á tey, ið skipa fyri valfundum, um at hava hoyrilíkindini í huga og brúka hoyrnarlykkju.
TULKING
Teknmálstulkingin hevur havt ovurstóran týdning fyri tey deyvu. Tað eigur at vera tryggjað, at tulkarnir fáa bestu umstøður at arbeiða undir í valstríðnum. Nú vantar skrivitulking til fólk, ið gerast deyv, eftir at tey eru vorðin vaksin og tí ikki læra teknmál. Skrivitulking er ein avgerandi fortreyt fyri, at hoyribrekað kunna vera við í politiskum arbeiði.
Øll eiga fólkaræðilig rættindi og áskoðanin hjá førleikaskerdum er eins nógv verd og tann hjá øðrum. Okkara meining er eisini verd at hava við í kjakinum og okkara íkast líka nógv vert sum tað hjá øllum øðrum.
Okkara atkvøða telur líka nógv sum hinar