Suðuroy sum ferðamál fyri rørslutarnað...
MBF skipar hóskvøldi 22. apríl fyri tiltaki, har vit fara at leggja fram ein faldara, ið er eitt tilmæli til kommunur og ferðavinnuveitarar í Suðuroy um, hvat skal til fyri at Suðuroyggin gerst eitt vælegnað ferðamál fyri rørslutarnað.
MBF hevur saman við staðkendum og fólki við rørslutarni vitja ymisk náttúrupláss, matstovur, búpláss v.m. Út frá hesum er gjørdur ein faldari har víst verður á, hvat skal til fyri at betra um atkomuna til hesi ferðamál.
Í hesum sambandi bjóða vit kommunustýrislimum, ferðavinnuveitarum og øðrum áhugaðum til eitt tiltak á Seglloftinum hóskvøldið 22. apríl kl 19.30.
Á skránni verður framløga har Søren Brunn. Stjóri í Suðuroyar Sparikassa sigur frá um týdningin at vera við í samfelagnum, bæði sum útbjóðari og móttakari av ferðatilboðum. Leila Solmunde, forkvinna í MBF sigur frá arbeiðinum at fáa tilfar til vega, at vísa hvat skal til fyri at náa málinum at gera Suðuroynna til ferðamál fyri rørslutarnað og Tróndur Enni fer at luttaka við sangi og tónleiki.
Vónandi møta tit fjølment.