ST-handikapsáttmálin settur í gildi og hvat so ?
Politikarar, fólk, ið bera brek, avvarðandi og onnur gleddust øll, tá handikapsáttmálin var settur í gildi í Føroyum. Á Henda hátt varð víst, at politikararnir taka allar okkara borgarar í álvara, at vilji var til at menna okkara vælferðarsamfelag, og at slóðað varð fyri, at allir borgarar gerast virknir í fólkaræðinum Føroyar.
Eftirfylgjandi kunnu vit eisini fegnast um, at kunngerð um atkomu er sett í gildi, at broyting er gjørd í lógini um val til kirkjuráð, soleiðis at atkoma er fyri øll, tá valt, verður og at verjulógin er dagførd.
Vit kunnu eisini fegnast um onnur initiativ, eitt nú um verkstaðið á Kambsdali, at nýtt ítróttarfelag, Smæran, er sett á stovn og at Public Service sáttmálin, millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya, skjótt fer at verða undirritaður og at tað har eru ásetingar um tænastur til fólk við breki.
Ein kundi so spurt, hvussu langt ella stutt eru vit komin í mun til tey krøv, sum eru ásett í handikapsáttmálanum? Svarið kundi verið, at tað velst um eygað sum sær, hvønn tørv tú hevur og hvat land tú samanlíknar við.
86 av heimsins londum hava sett sáttmálan í gildi og tað er einki at ivast í, at Føroyar eru eitt av teimum londunum, har liviumstøðurnar í nógvar mátar eru góðar. Men tær eru langt frá nóg góðar, sæð í mun til tað samfelagið vit liva í og tey, vit vanliga sammeta okkum við.
Hvat skal til hjá tí almenna?
Tá sáttmálin varð lagdu fyri tingið, fylgdi ein ætlan við. Henda ætlan greinaði út júst tær reglur, sum skulu setast í gildi, til tess at vit skulu liva upp til sáttmálan. Nú skjótt eitt ár er liðið, er ikki ein regla sett í verk. Byggilóggávan hevur verið á veg, men náddi ikki at vera sett í verk hesa tingsetuna.
Hesar minimumsreglur skulu setast í verk:
Lóg um býarskipanir og byggisamtyktir
Lóg um forsorg
Lóg um uppihald á stovni
Lóg um viðgerðartrygd til sjúklingar
Lóg um endurvenjing
Lóg um friðan av fornminnum og bygningum
Lóg um Fróðskaparsetur Føroya og um læraraútbúgving
Lóg um at banna mismun á arbeiðsmarknaðinum vegna brek
Harumframt er neyðugt at gera ávísar fyriskipanir, sum t.d. fjølbroyttari bústaðarmynstur, reglur um greining og serundirvísing av børnum, serundirvísing av vaksnum osfr.
Tað er sera umráðandi, at politiski myndugleikin samskipar hetta arbeiðið, soleiðis at tað verður skipað og framt. Eg trúgvi ikki, at nakar roknar við, at allar reglur verða settar í verk í einum. Og tað er heldur ikki eitt krav.
Men tað er ólukksáliga umráðandi, at taka málið í álvara. Hetta bæði yvirfyri okkara borgarum og eisini yvir fyri Sameindu Tjóðum, sum skjótt skal hava eina frágreiðing um hvørjar ábøtur eru gjørdar síðan sáttmálin varð settur í gildi, og sum síðan fjórða hvørt ár fer at venda sær til føroyskar myndugleikar at biða um frágreiðing, sum skal lýsa, hvat landið hevur gjørt síðan sáttmálin var settur í gildi. Ella við øðrum orðum hvussu Føroyar sum land, liva upp til tær skyldur, landið hevur átikið sær. – Og tá mugu vit ikki dumpa.
Hvat skal til hjá tí privata?
Á tí privata økinum er eisini neyðugt við ábótum. Her hugsi eg um frítíðar- og áhugafeløg og um hugburðin hjá borgaranum yvirhøvur. Ein partur av sáttmálanum snýr seg um at ala fram ein hugburð, sum virðir rættin hjá teimum, sum bera brek.
Tann medmenniskjaligi hugburðurin um hvussu vit fara við hvørjum øðrum, kann flyta fjøll. Tann hugburðin hava vit sum einstaklingar ábyrgdina av at eftirliva. Men skulu vit vita hvønn veg vit skulu fara, má onkur ganga undan, og tað er her, eg meini, at tað almenna hevur eina skyldu at vísa vegin, bæði sum myndugleiki og sum land.
Ráðið fyri Brekað
Ráðið ætlar at varpa ljós á ymisk mál, sum hava týdning fyri at sáttmálin verður íverksettur. Fyrst í mai varð skipa fyri kjakfundi í Miðlahúsinum, har evnið var: Hvussu kunnu miðlarnir veita tænastu til fólk við breki ? Støði var tikið í Public Service sáttmálanum, sum ætlanin er at seta í gildi millum Mentamálaráðið og Kringvarp Føroya. Innleggini til orðaskifti vóru bæði áhugaverd og góð, og kjakið aftaná førdi við sær, at fleiri nýggj uppskot og hugskot vóru latin teimum, sum sita við leiðsluni í Kringvarpinum og í tí politisku skipanini. So vónandi spyrst okkurt ítøkiligt burturúr. Ráðið ætlar javnan at skipa fyri tílíkum kjakfundum.
Smáir batar
Støðugt verða smá fet gingin rætta vegin. Eitt nú kann nevnast neurologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum, sum er eitt framstig. Men einki hendir av sær sjálvum, og tí er neyðugt allatíðina at trýsta, tala og skriva.