Ráðið fyri brekað hevur sambært § 3 í reglugerðini fyri ráðið 1 formann og 6 limir, ið verða valdir av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum. Tó verður formaðurin valdur eftir tilmæli frá hinum ráðslimunum. Formaðurin í MBF er føddur limur.
Hervið verður boðað frá, at Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður eftir tilmæli frá pørtunum hevur valt fylgjandi limir og varalimir í Ráðið fyri brekað:
Løgmansskrivstovan:
Kristianna Sjóvará Jacobsen, limur
Jóanes V. Hansen, varalimur
Almanna- og heilsumálaráðið:
Jan Simonsen, limur
Doris Bjarkhamar, varalimur
Meginfelag teirra brekaðu:
Uni Rasmussen, limur
Óli Wolles, varalimur
Føroya Kommunufelag:
Marjun S. Olsen, Vestmanna, limur
Júst Poulsen, Hvannasund, varalimur
Kommunusamskipan Føroya:
Steinbjørn Jacobsen, Klaksvík, limur
Kirstin Strøm Bech, Vágur, varalimur
Umframt oman fyri nevndu er Leila Solmunde, sum forkvinna í MBF, limur í ráðnum.
Limirnir í ráðnum verða valdir fyri 4 ár í senn, tó altíð í samsvari við løgtingsskeiðið.
Forkvinna er Barbara á Tjaldrafløtti