LÍV bíðar eftir bústaðarpakkanum
Í somu løtu løgtingið hevur samtykt bústaðarpakkan kann LÍV fara undir at byggja luta- og leiguíbúðir. Stjórin í LÍV sigur seg ikki ivast í, at tørvur er á tílíkum bústaðarmøguleikum, og skilur ikki hví politikararnir ikki fáa í lag at samtykkja lógina
Hóast eina ørgrynnu av gyltum politiskum lyftum um sonevndar alternativar bústaðarmøguleikar og ein himmalrópandi tørv hevur enn ikki verið gjørligt at seta skjøtil á tílíka bygging. Orsøkin er, at politisku myndugleikarnir ikki megna at útvega neyðuga lógargrundarlagið.
Tryggingarfelagið LÍV vil fegið vera við í eini tílíkari verkætlan at byggja og reka leigu- og lutaíbúðir, og hevur stovnað serligt íbúðarfelag at standa fyri hesum.
Bíðar eftir lógarheimild
-Vit eru til reiðar, men so leingi nógv umrøddi bústaðarpakkin ikki hevur sæð dagsins ljós koma vit ikki víðari, sigur Tummas Eliasen, stjóri í LÍV, sum bíðar eftir lógarheimildini sum gevur einum luta- ella leiguíbúðarfelagi rætt til rentustuðul og mvg-frítøku.
Spurdur um hví LÍV hevur áhuga í at koma upp í leikin sigur Tummas Eliasen, at endamálið hjá LÍV er sum so ikki at eiga íbúðir, men tey kundu hugsað sær at luttaka í at byggja og fíggja. Men fyri at roknistykkið kann ganga upp, má felagið hava rætt til rentustuðul eins og privatfólk. Tað er bæði fyri LÍV sum felag og brúkaran ein treyt fyri at fáa eina tílíka verkætlan at hanga saman fíggjarliga.
Eigarin og leigarin fær ágóðan
Taka vit eitt dømi í rundum tølum, og siga at íbúðin kostar eina millión og rentan er 6 prosent, er árliga rentuútreiðslan 60.000 krónur. Er rentustuðulin 40 prosent, er kostnaðurin 24.000 kr. bíligari. Stjórin í LÍV sigur, at tankin við at bústaðarfelagið fær rentustuðulin er fyri at eingin ivi skal vera um gjøgnumskygnið. Brúkarin hevur tá fulla trygd fyri at tað er hann sum fær ágóðan.
Stórur tørvur
Tað eru stór tøl, sum LÍV arbeiðir við. Í dag stendur umleið ein milliard í donskum realkredittfeløgum sum verður nýtt til sethúsafígging.
-Her kundu við minst líka væl hugsað okkum at gjørt mun í Føroyum, tí frammanundan savna vit pengar upp til pensiónsaldurin hjá fólki. Hesar pengar vit savna upp, skulu vit seta har teir geva mest aftur, og so kundu teir eins væl verið settir í fastogn í Føroyum, sigur Tummas Eliasen, sum ikki ivast í, at tørvurin á íbúðum er sera stórur. Hann sigur seg ikki skilja hví politikararnir ikki fáa í lag at samtykkja neyðugu lógarkarmarnar.
Kundu byrja við leiguíbúðum
Skipanin við luta- og leiguíbúðum er væl kend og nógv brúkt í mongum londum. Hví heldur stjórin í LÍV tað vera so trupult at fáa eina tílíka skipan at galda í Føroyum?
-Tað eru ivaleyst ymiskar meiningar um skipanir við lutaíbúðum, og ikki halda øll at hetta er besta loysnin, men so kundu vit í hvussu er byrja við leiguíbúðum, sigur Tummas Eliasen, sum veit at siga frá onkrum minni góðum royndum uttanlands av skipan við lutaíbúðum.
-Tá talan er um lutaíbúðir, eru tað tey sum eiga hvør sín part, sum skulu halda skil á. M.a. at fólk gjalda, og so kann spurningurin taka seg upp hvør skal taka ta illa umtóktu avgerð, at seta fólk úr húsi. Fólk eru tætt uppat hvørjum øðrum, serliga tá talan er um smáar eindir.
Fyri marknaðarvirði
Spurdur um tað vil siga, at tað er torførari at fáa eina tílíka skipan at virka í einum lítlum samfelag heldur enn í einum størri, heldur stjórin, at hetta er ivaleyst at gera trupulleikan størri enn hann í veruleikanum er.
-Stóri trupulleikin var, at ein lutaeigari hevði ikki loyvi til at selja sín part til marknaðarvirði. Skuldi tú selja tín party, skuldi hann ganga aftur til lutaíbúðarfelagið fyri sama kostnað sum tú keypti íbúðina fyri. Hetta førdi til svartan marknað, soleiðis, at tú gjørdi frammanundan eina avtalu við nýggjan keypara, sum keypti íbúðina frá íbúðarfelagnum, og haraftrat lat tær pengar undir borðið. Hetta er nú broytt soleiðis at ein lutaíbúð er frítt umsetilig.
-Ávísir vandar eru við øllum skipanum, men í hesum føri eru fyrimunirnir munandi fleiri enn møguligir vandar, og harafturat er tørvurin á luta- ella leiguíbúðum himmalrópandi stórur, sigur Tummas Eliasen, sum eisini vísir á ta sannroynd, at ungfólk hava í dag heilt annan hugburð til býli.
-Eg ivist ikki í at heilt stórur partur av ungum fólkum høvdu valt eina alternativa íbúðarloysn fyrstu árini, tí møguleikarnir í dag eru so stórir og allur heimurin stendur víðopin. Hví skulu so ungfólk seta seg fyri milliónaláni, tá tey ikki hava hóming av, hvar tey eru kanska fimm ella tíggju ár seinri. At stavnsbinda seg á ungum aldri munnu flestu halda vera lítið skilagott, heldur stjórin í LÍV, sum bíðar ótolin eftir at vera við í alternativari íbúðarbygging í Føroyum.
..
mynd:
Tummas Eliasen, stjóri í tryggingarfelagnum LÍV, bíðar í ótolni eftir at politikararnir gera tað møguligt at vit í Føroyum kunnu fara undir alternativa bústaðarbygging.
..
orð og mynd: Tórfinn Smith